

Móttøkufólk til Havnar Fysioterapi
Móttøkufólk til Havnar Fysioterapi
Havnar Fysioterapi søkir eftir einum móttøkufólki.
Størsti parturin av arbeiðinum er at taka ímóti viðskiftafólki okkara, taka telefonina, geva tíðir, taka móti gjaldingum og annað, ið móttøkuni hoyrir til.
Vit vænta at tú:
- Ert fyrikomandi, blíð/ur av lyndi
- Ert álítandi og røkin
- Dugir væl at samstarva
- Hevur gott yvirlit
- Megnar at arbeiða undir trýsti
- Hevur grundleggjandi telduførleikar á brúkarastøði
- Kanst traðka til, tá ymiskt fyrifallandi arbeiði er
Havnar Fysioterapi er partur av FysioFøroyar, ið eisini fevnir um Vága Fysioterapi, Sunda Fysioterapi og Vælveru Fysioterapi – harímillum Fysiurgisk massaga í Vælveru Fitness.
Vit eru 8 fysioterapeutar og 1 fysiurgiskur massørur.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt starv á 32,5 tímar um vikuna, sum verður sett 1. desember 2026. Arbeiðstíðin er frá kl. 08.00-14.30 mánadag til fríggjadag. Lønin er sambært avtalu.
Umsøkn
Umsøknina, saman við viðkomandi skjølum letur tú okkum umvegis www.alfred.fo ella umvegis teldupostin [email protected]
Meira fæst at vita um starvið við at senda teldupost til [email protected] ella ringja til Hjørleif Niclasen 218807, Jóan Magnus Lamhauge Dalbø 258716 ella Klæmint Isaksen 219657.
Freistin at søkja er mikudagin 28. oktober kl. 12.00
Føroyskt
Danskt
Enskt




