
THOR
THOR er eitt føroyskt reiðarí við virksemi í fiski- og orkuvinnuni, seismic support, og keyp og sølu av fiski við dóttirfeløgunum:
THOR OFFSHORE
THOR FISHERIES
O. C. JOENSEN

HSEQ starvsfólk til Thor Offshore
Thor Offshore leitar eftir einum fyrikomandi starvsfólkið til HSEQ deildina. (Health, Safety, Environment & Quality)
Á deildini verður tú ein partur av dagliga HSEQ-arbeiðinum, og kemur at arbeiða tætt saman við skipum, manningum og deildunum á landi.
Tú verður við til at tryggja at góðskuskipanir, mannagongdir og HSEQ-krøv verða fylgd og støðugt ment.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
- Vera partur av dagligu umsitingini og røkja góðskuskipanirnar.
- Viðgera og dagføra mál og uppgávur, á skrivstovuni og umborð á offshore skipunum.
- Halda HSEQ-skjøl, skrásetingar og frágreiðingar dagførdar.
- Gera váðametingar, skipa fyri trygdar- og HSEQ-fundum.
- Gera innanhýsis eftirlit, skoðanir og frágreiðingar.
- Samskifta við skipini um HSEQ-viðurskifti og dagligan rakstur í hesum sambandi.
- Stuðla undir arbeiðið við trygd, góðsku og umhvørvi.
Krøv til útbúgving og førleikar
- Viðkomandi útbúgving ella royndir innan HSEQ, maritima vinnu, umsiting ella líknandi.
- Áhuga fyri trygd, góðsku og umhvørvi.
- Góð evni at skipa fyri og leggja arbeiðið til rættis.
- Eyga fyri smálutum og fylgir málunum til tey eru loyst.
- Góð samskiftisevni og ein fyrikomandi arbeiðshátt.
- Góðar førleikar í enskum, bæði skrivliga og munnliga.
Royndir frá maritimu vinnuni ella offshore-vinnu eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Stórur dentur verður lagdur á rættan hugburð og vilja at læra.
Ágóðar við starvinum
- Eitt fjølbroytt starv í einum altjóða maritimum felagi.
- Tætt samstarv við skip og manningar og møguleika at vitja skipini.
- Møguleika at menna teg innan HSEQ og maritimu vinnuna.
- Eitt gott og óformligt arbeiðsumhvørvi.
- Góð lønar- og setanarviðurskifti.
Lýsing er stovnað8. oktober 2026
Umsóknarfreist31. oktober 2026
Málslig krøv
EnsktKravt
Stað
Óðinshædd 9
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (1)


