
THOR
THOR er eitt føroyskt reiðarí við virksemi í fiski- og orkuvinnuni, seismic support, og keyp og sølu av fiski við dóttirfeløgunum:
THOR OFFSHORE
THOR FISHERIES
O. C. JOENSEN

Maritimt tekniskt umsjónarfólk (skips inspektør)
Thor Offhore leitar eftir einum royndum og fyrikomandi tekniskum umsjónarfólki (skips inspektør / superintendant) til toymið á landi.
Sum skipsinspektør verður tú ein týðandi partur av uppfylgingini av okkara offshore-skipum, og kemur at arbeiða tætt saman við skiparum, maskinmeistarum og manningum við at tryggja og effektivisera raksturin av skipunum.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
- Fylgja upp uppá rakstur, viðlíkahald og teknisku støðuna á skipunum.
- Veita stuðul og vegleiðing til skiparar og maskinmeistarar.
- Viðlíkahaldsskipan og viðlíkahaldsuppgávur.
- Samskipa og fylgja upp uppá umvælingar, tænastuveitarar og arbeiði á verkstøðum og skipasmiðjum.
- Hjálpa skipunum við tekniskum og rakstrarligum avbjóðingum.
- Luttaka í dokkingum, eftirlitum, auditum og øðrum.
- Fylgja upp uppá klassakrøv, myndugleikakrøv og innanhýsis mannagongdir.
Krøv til útbúgving og førleikar
- Viðkomandi maritima ella maskinmeistara útbúgving.
- Royndir sum skips inspektør, maskinmeistari ella líknandi.
- Góðan kunnleika til skip og skipsskipanir.
- Royndir við diesel-el skipum og el-skipanum eru ein fyrimunur.
- Góðan kunnleika til viðlíkahaldsskipanir og tekniska uppfylging.
- Góð samskiftisevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
- Góðar førleikar í enskum, bæði skrivliga og munnliga.
- Royndir frá offshore-vinnu eru ein fyrimunur.
Ágóðar við starvinum
- Eitt fjølbroytt starv í einum altjóða maritimum felagi.
- Tætt samstarv við okkara skip og manningar.
- Ábyrgd og møguleika at ávirka dagliga raksturin.
- Góð lønar- og setanarviðurskifti.
- Eitt gott og óformligt arbeiðsumhvørvi.
Lýsing er stovnað8. oktober 2026
Umsóknarfreist31. oktober 2026
Málslig krøv
EnsktKravt
Stað
Tórshavn, Føroyar
Óðinshædd 9
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (1)


