Runavíkar Kommunuskúli
Runavíkar Kommunuskúli
Runavíkar Kommunuskúli

Skrivari til Runavíkar kommunuskúla

Skrivstovan er opin allar skúladagar frá kl. 8.00. Skrivarin starvast undir ábyrgd av skúlastjóranum og í tøttum samstarvi við leiðslutoymið.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Starvið fevnir um dagligt samskifti, bæði skrivliga og munnliga, við starvsfólk, næmingar, foreldur, kommunu og aðrar viðkomandi myndugleikar og stovnar. Harumframt eru vanligar skrivstovuuppgávur, journalarbeiði og telefonavgreiðsla partur av arbeiðinum.

Krøv til útbúgving og førleikar

Vit vænta, at tú

  • ert vælskipað/-ur og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert álítandi og tekur ábyrgd
  • ert blíð/-ur og fyrikomandi í samskiftinum við næmingar, foreldur og starvsfólk
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • trívist í einum fjølbroyttum og skiftandi arbeiðsdegi

Førleikakrøv

  • skrivstovuútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving
  • royndir við journalarbeiði og kunnleika til journalskipanina 360
  • góðar KT-førleikar
  • góðar førleikar at orða seg í skrift og talu

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur:

  • royndir við KT-skipanunum Kervi.fo, Kervi+ og/ella Skjalahald
  • kunnleika til mannagongdir og skipanir innan skúlaverkið

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um eitt starv við niðursettum setanarbrøki (0,75), ið verður sett afturat verandi skrivarastarvi.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) í lønarflokki 4.

Arbeiðstíðin verður ásett eftir nærri avtalu.

Starvsbyrjan er 1. januar 2027 ella skjótast gjørligt.

Nærri upplýsingar

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Duritu P. Joensen, skúlastjóra, á telefon 217 331 ella við telduposti á [email protected].

Umsókn

Umsókn saman við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast inn umvegis Alfred.fo.

Seinasta freist at søkja starvið er sunnudagin 1. november 2026.

Um Runavíkar kommunuskúla

Í Runavíkar kommunuskúla ganga umleið 510 næmingar í 0. til 10. flokki. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlabygningum, Glyvra skúla og Skúlanum við Løkin. Í Glyvra skúla ganga næmingar í forskúla og 1. - 3. flokki og í skúlanum við Løkin næmingar í 4. - 10. flokki. Harumframt er eitt sertoymi í Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í skúlanum starvast í løtuni umleið 74 starvsfólk.

Lýsing er stovnað14. oktober 2026
Umsóknarfreist1. november 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Løksvegur 1
Starvsslag
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki