Føroya Bjór
Føroya Bjór
Føroya Bjór

Ver við til at skapa framtíðina hjá eini søguríkari fyritøku

Skrivstovunæmingur til Føroya Bjór

Droymir tú um at fáa spennandi arbeiðsroyndir, meðan tú tekur eina útbúgving? So er hetta møguleikin fyri teg!

Føroya Bjór leitar eftir einum ágrýtnum skrivstovunæmingi, sum vil verða ein týðandi partur av okkara fakliga og livandi toymi. Tú fært eina læruríka og spennandi ferð við breiðum arbeiðsroyndum og góðum møguleikum fyri fakligari menning.

Hvat bjóða vit tær?

  • Eitt gott, livandi og læruríkt arbeiðspláss
  • Góðar starvsfelagar og eitt skipað arbeiðsumhvørvi
  • Eina lærutíð við bæði spennandi avbjóðingum og fakligari menning
  • Løn sambært sáttmála við Starvsfelagið
  • Skúlagongd sum part av lærutíðini

Vit vænta av tær:

  • At tú hevur lokið miðnámsprógv, búskaparbreyt, FHS ella líknandi útbúgving
  • At tú ert ágrýtin, álítandi og forvitin og hevur vilja at læra
  • At tú trívist við tølum, Excel og bókhaldi
  • At tú hevur ein jaligan hugburð, ert arbeiðssom/arbeiðssamur og hevur góð samstarvsevni

Arbeiðsuppgávur:

  • Vanligt skrivstovuarbeiði
  • Bóking í KT-skipanini Navision
  • Fakturering og avstemman
  • Kundasamskifti og samstarv við starvsfólk
  • Aðrar fjølbroyttar skrivstovuuppgávur

Soleiðis søkir tú:

Umsókn við viðkomandi skjølum skal helst sendast umvegis Alfredskipanina.

Ber hetta ikki til, kann umsókn við skjølum sendast til: starv@foroyabjor.fo.

Tá rætti umsøkjarin er funnin, verður lýsingin tikin niður, so skunda tær at søkja.

Spurningar?

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 295440 ella senda ein teldupost til annika@foroyabjor.fo.

Set kós móti framtíðini – byrja tína lærutíð hjá Føroya Bjór! 🍻

Lýsing er stovnað27. February 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
700, 19 Klaksviksvegur, Klaksvík 700, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki