P/F Thor
P/F Thor
P/F Thor

Ver við til at halda alt koyrandi, bæði á sjógvi og landi

Starvsfólk til manningardeildina hjá Thor

Thor leitar eftir einum ágrýtnum og samstarvshugaðum starvsfelaga, sum hevur hug at vera ein týdningarmikil partur av einum virkisførum arbeiðsplássi, har altjóða sjóvinna er í miðdeplinum.

Um starvið

Tú verður partur av manningardeildini hjá Thor, har tú saman við einum starvsfelaga skalt tryggja, at alt riggar smidliga, tá ið manningarskifti og praktisk viðurskifti skulu fáast upp á pláss.

Vit hava umleið 180 sjófólk úr ymiskum londum, og samstarva dagliga við manningar, agentar og samstarvsfelagar kring allan knøttin.

Arbeiðsplássið er í Hósvík, men verður flutt til Havnar í mai 2026.

Tínar høvuðsuppgávur verða m.a.:

  • Logistikk í sambandi við manningarskifti, ferðing, visa og samskipan
  • Dagligt samskifti við manning, skip og agentar
  • Dagføring og umsiting av manningardátum
  • Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Dugir væl við fólki og samskiftir greiðliga
  • Tosar og skrivar enskt flótandi
  • Hevur lætt við at læra nýggjar KT-skipanir
  • Ert tænastusinnað/ur og samstarvshugað/ur
  • Kanst arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð, tá tørvur er á tí
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og strukturera tín arbeiðsdag, bæði við rutinuuppgávum og átrokandi málum

Vit bjóða tær:

  • Eitt arbeiðspláss í einum reiðaríði, sum arbeiðir um allan heimin.
  • Møguleika at verða partur av einum sterkum skrivstovutoymi við 15 starvsfólkum
  • Ein arbeiðsdag við fjølbroyttum uppgávum og altjóða samskifti
  • Løn eftir avtalu

Fyrimunir:

  • Hægri útbúgving
  • Royndir við manning og vitan um manningarviðurskifti

Soleiðis søkir tú:

Vit vilja helst taka ímóti umsóknum og CV umvegis Alfred, men um hetta ikki ber til, so skal sendast til: justin@thor.fo
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Justin Philbrow á somu teldupostadressu.

Thor er ein føroysk reiðarífyritøka við virksemi innan orkuvinnuna og seismic support.
Sí meira á www.thor.fo

THOR · FO-420 Hósvík · Faroe Islands · Tel 422503 · Fax 422383 · thor@thor.fo · www.thor.fo

Lýsing er stovnað12. May 2025
Umsóknarfreist30. May 2025
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Sera góður
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Tórshavn, Føroyar
Hósvík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki