Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna

Roknskaparfólk til Fuglafjarðar kommunu

Vit sóknast eftir einum dugnaligum persóni til eitt áhugavert og avbjóðandi starv í fíggjardeildini. Talan er um eitt fast starv 39 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið:
Tú verður partur av fíggjardeildini og vísir bygnaðarliga til fíggjarleiðaran. Umframt fíggjarleiðaran starvast 4 fólk á fíggjardeildini.

Sum roknskaparfólk hevur tú ábyrgdina av at skipa dagliga rakstrarbókhaldið. Hettar umfatar millum annað:

  • At hava dagliga bókhaldi hjá kommununi um hendi
  • At bóka
  • Bankaavstemmingar
  • Skuldarrøkt
  • Ognarrøkt
  • Samskifti við internar og eksternar samstarvspartar við atliti at bókhaldinum
  • Fyrifallandi skrivstovuarbeiði so sum telefonavgreiðslu osfr.

Faklig førleikakrøv

  • Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring.
  • Hevur hug og hegni at arbeiða við tølum og fyrisitingarligum uppgávum.
  • Hevur góðan telduførleika.
  • Tað kann verða ein fyrimunur, at hava kunnleika til, ella royndir við, at arbeiða við bókhaldsskipanini Navision(business central) og Nema Løn.

Persónlig førleikakrøv

Vit vænta at tú:

  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
  • Er skipað/ur í starvinum og er góð/ur til at halda tíðarfreistir.
  • Er í sínari atferð í starvinum fyrikomandi, opin og álítandi.

Lønar- og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).

Fleiri upplýsingar

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til antin Herdis Beder, roknskaparfólk, á telefon 238004 ella til Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóra, á telefon 238002.

Umsókn

Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndir skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 19. mai 2025.

Um Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1640 íbúgvum. Í kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 12 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, Í Støð 5 og Karvatoftir 6. Inntøkurnar hjá kommununi vóru í fjør 122 mió. kr., úttreiðslurnar 114 mió. kr. Nettoskuldin var við árslok 0,52 av einari álíkning á 23%..

Lýsing er stovnað1. May 2025
Umsóknarfreist19. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Karvatoftir, Fuglafjørður 530, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.NavisionPathCreated with Sketch.NeyvleikiPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.StundisligurPathCreated with Sketch.Vanligir telduførleikar
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki