

Lúsatálmari til Bakkafrost
Hevur tú áhuga fyri nýggjari tøkni og fiskaheilsu? So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av okkara nýggja lasaratoymi í norðurøkinum.
Í løtuni íverkseta vit eina háteknologiska lasaraskipan, sum skannar og skjýtur lús á laksinum.
Vit leita eftir ábyrgdarfullum og fleksiblum starvsfólkum, sum skulu hava ábyrgd av at stýra skipanini. Starvið er nýtt, og toymið verður við til at menna arbeiðsgongdir og má tola broytingar í arbeiðstíðum alt eftir árstíð.
Um starvið
Sum lúsatálmari fert tú at hava ein týðandi leiklut í at tryggja góða nýtslu av tøknini, sum stuðlar fiskaheilsu og djóravælferð í framleiðsluni. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:
- Stýra lasaraskipanini
- Skráseta viðkomandi data
- Viðlíkahalda tekniska útgerð og gera einfaldar feilrættingar
- Samskifta við alileiðslutoymið, alarar umframt veitarar av skipanini
Starvsstaðurin er við Grótrætt í Klaksvík. Tú fert at sita saman við fóðrarum, sum fóðra fiskin talgilt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum í dagvakt og kvøldvakt.
Vit vænta, at tú
- hevur áhuga fyri nýggjari tøkni og tøkniligum loysnum
- arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- ert álítandi, nærløgd/nærlagdur og hevur góðar samstarvsførleikar
- hevur góðar telduførleikar
Vit bjóða
- Eitt spennandi og nýskapandi starv í einum altjóða alifelag
- Góða upplæring í lasaratøkni
- Møguleika at verða við til at menna eitt nýtt arbeiðsøki í felagnum
- Góðar starvsfólkatryggingar
Umsókn
Hevur hetta tín áhuga, vilja vit fegin hoyra frá tær. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna omanfyri. Vit ynskja at seta starvið sum skjótast.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Bjarna Larsen, alistjóra, t-post bjla(at)bakkafrost.com ella á tel. 23 56 70 ella Jón Purkhús, alileiðara Norður, t-post jopu(at)bakkafrost.com ella á tel. 23 50 51.
Føroyskt