Búsetur
Búsetur
Búsetur

ARBEIÐSFÓLK

Vit søkja eftir arbeiðsfólki til jørð- og lendisarbeiði
Dámar tær at arbeiða úti, og hevur tú royndir við gravmaskinum og lastbilum? So er møguleikin kanska tín!
Vit søkja eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum starvsfelaga til jørð- og lendisarbeiði.

Arbeiðsuppgávur:

- Jørð- og lendisarbeiði á ymiskum byggiplássum
- Gravimaskinuarbeiði og annað maskinarbeiði
- Lastbilakoyring og flutningur av tilfari
- Annað fyrifallandi arbeiði í sambandi við byggi- og anleggsarbeiði

Vit vænta, at tú:

- Hevur royndir við gravmaskinum
- Hevur royndir við lastbilum
- Ert arbeiðssamur, álítandi og nærlagdur
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Hevur koyrikort til lastbil.

Vit bjóða:

- Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiði
- Góðar arbeiðsumstøður
- Dugnaligar starvsfelagar
- Løn og setanartreytir eftir nærri avtalu


Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Spurningar kunnu sendast til [email protected] / +298 230859

Lýsing er stovnað2. november 2026
Umsóknarfreist22. november 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
24 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki