J. K. Joensen (OILWIND) spf
J. K. Joensen (OILWIND) spf
J. K. Joensen (OILWIND) spf

Handverkari / vøruábyrgdari til Oilwind

Hevur tú arbeitt sum handverkari í nøkur ár og hevur hug at royna okkurt nýtt í einum kreativum umhvørvi?

Oilwind leitar eftir einum handverkara við góðari praktiskari bakgrund innan t.d. sveising, dreying, fresing, maskinverkstað ella stálkonstruktión.

Tú kemur í størri mun at arbeiða sum fakligur ekspertur og vøruábyrgdari, har tín praktiska vitan verður brúkt til at menna, betra og viðlíkahalda okkara útgerð.

Tú verður tann hjá okkum, sum hevur serkunnleikan innan framleiðslu, stálkonstruktiónir og praktiskar loysnir — og sum kann meta um, hvussu okkara vørur best kunnu framleiðast, broytast og betrast.

Um okkum

Umleið 80% av søluni er uttanlands, og vit arbeiða dagliga saman við altjóða kundum, distributørum og endabrúkarum innan fiskivinnu.

Hjá okkum er eingin dagur eins. Vit arbeiða bæði við verandi vørum og marknaðum, samstundis sum vit viðlíkahalda, menna og laga okkara loysnir til tørvin hjá kundunum. Hetta krevur dygd, gott yvirlit, forvitni og fólk, sum hava hug at taka ábyrgd.

Hvat bjóða vit?

Tú verður partur av einum toymi, har tín vitan fær stóran týdning.

Tú fær møguleika at:

  • brúka tína handverksligu bakgrund á ein nýggjan hátt
  • fáa størri ábyrgd fyri vørum og menning
  • vera við til at ávirka, hvussu okkara útgerð verður gjørd og betrað
  • arbeiða við bæði praktiskum, tekniskum og organisatoriskum uppgávum
  • gerast fakligi serfrøðingurin innan títt øki hjá Oilwind

Starvið fevnir m.a. um

  • vøruábyrgd og menning av okkara útgerð
  • tekniska ráðgeving og meting av konstruktiónum og framleiðslu
  • samstarv við veitarar og framleiðarar
  • betran og tillaging av verandi vørum
  • loysn av praktiskum og tekniskum avbjóðingum
  • smærri verkstaðaruppgávur, tá tørvur er á tí
  • sveising, dreying, fresing og aðrar praktiskar uppgávur eftir tørvi
  • lagurarbeiði og handfaring av vørum og lutum
  • kontórarbeiði, teknisk dokumentatión og uppfylging
  • luttøka í menning av nýggjum vørum

Vit leita eftir tær, sum

  • hevur eina handverksliga útbúgving ella drúgvar praktiskar royndir
  • hevur arbeitt við t.d. stáli, sveising, dreying, fresing ella maskinframleiðslu
  • hevur nøkur ár av royndum úr handverksfakinum
  • skilur, hvussu ting verða framleidd og sett saman í verki
  • dugir at síggja praktiskar og einfaldar loysnir
  • hevur hug at taka ábyrgd og gerast fakligur serfrøðingur á sínum øki
  • trívist við bæði kontórarbeiði og praktiskum uppgávum
  • hevur áhuga fyri vørumenning og betran
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Autodesk Inventor, FreeCAD, Excel ella øðrum talgildum amboðum til tekning, dokumentatión og framleiðslu, men tað er ikki eitt krav.

Arbeiðstíð og løn

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Starvið er fastlønt, og lønin verður ásett eftir førleikum, royndum og ábyrgd í starvinum.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Marni F. Joensen · tlf. 52 53 54

Lýsing er stovnað15. oktober 2026
Umsóknarfreist10. november 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki