
Føroya Rættur
Samanlagt eru 24 starvsfólk í Føroya Rætti. Føroya Rættur er partur av Danmarks Domstole. Hægsti dómsmyndugleiki er Hægsti Rættur.
Í Føroya Rætti eru 2 sorinskrivarar (dómarar), 2 rættarhjásitar, 1 dómarafulltrúi, 17 skrivstovufólk og 1 skrivstovunæmingur í starvi.

Skrivstovunæmingur til Føroya Rætt
Í Føroya Rætti er eitt lærupláss leyst at søkja, til setan 1. september 2025
Vit vænta:
- At tú hevur búskapar-, students- ella /HF prógv
- At tú dugir væl at skriva føroyskt og danskt
- At tú er opin og fyrikomandi
- At tú hevur góð samstarvsevnir
Vit bjóða:
- Eina útbúgving innan almenna fyrisiting
- Eitt fjølbroytt lærupláss
- Eitt umhvørvi har nógv er at gera
- Eitt spennandi arbeiðspláss við avbjóðingum og møguleikum
Útbúgvingin:
- Almenn fyrisiting
- Næmingurin fær útbúgving innan øll málsøki í Føroya Rætti og luttekur á kunningarskeiðum sum Domstolsstyrelsen skipar fyri
- Útbúgvingartíðin við búskaparbreyt prógvi er 2 ár, við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt er lærutíðin 2 ár og 5 vikur.
- Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á skúla í 15 vikur samanlagt
- Lønar og setanarviðurskifti sambært felagssáttmála millum Statsansattes Kartel og Finansministeriet og sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet
Umsøkjarar skulu um neyðugt geva loyvi at innheinta revsiváttan.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Áka Andreasen, skrivstovuleiðara ella Marin H. Augustinussen, deildarleiðara á 31 10 03 ella skrivligan fyrispurning til post@sorinskrivarin.fo
Umsókn, prógv og møgulig viðmæli skulu vera Føroya Rætti í hendi í seinasta lagi 20. juni 2025, og kunnu sendast við posti ella telduposti til post@sorinskrivarin.fo
Lýsing er stovnað15. May 2025
Umsóknarfreist20. June 2025
Málslig krøv

Kravt

Kravt
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (7)

Ver við til at halda alt koyrandi, bæði á sjógvi og landi
P/F Thor

Vilt tú vera kokkalærlingur hjá Ruts?
Hotel Føroyar

Tvey skrivstovustørv leys at søkja
Akstovan

Roknskaparfólk til Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna

Grannskoðararnæmingur
Roknskaparfelagið

Skrivstovulærlingur
Roknskaparfelagið

Ert tú Elrisin, vit leita eftir?
Elding Elrisin