Akstovan
Akstovan
Akstovan

Tvey skrivstovustørv leys at søkja

Søkt verður eftir 2 starvsfólkum til skrivstovuna á Akstovuni, at byrja ávikavist tann 1. juli 2025, ella skjótast til ber (skrivstovustarv 1) og 1. august 2025 (skrivstovustarv 2). Talan er føst størv, ið eru skipaði sum fulltíðarstørv.

Uppgávan

Skrivstovustarv 1:
Uppgávan fevnir m.a. um:

  • Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu
  • Skráseting av koyrikortum
  • Umsiting av tíðum til ástøðis- og koyriroyndir
  • Málsviðgerð
  • Kassauppgerð
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Skrivstovustarv 2:
Uppgávan fevnir m.a. um:

  • Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu
  • Sýnsumsiting
  • Málsviðgerð
  • Kassauppgerð
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv

Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuútbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein er fyrikomandi og kundavinarligur og hevur góð samstarvsevnir. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til at arbeiða við teldu.

Setanartreytir

Størvini eru lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvssetanin hoyrir undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.

Upplýsingar um starvið

Upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara, á telefon 350418.

Umsóknir

Umsóknir við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu sendast sum teldupostur til: akstovan@akstovan.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Skrivstovustarv 1 verður sett 1. juli 2025 ella skjótast til ber.

Skrivtovustarv 2 verður sett 1. august 2025 ella eftir nærmari avtalu.

Lýsing er stovnað9. May 2025
Umsóknarfreist21. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki