

Starvsfólk til undirvísing
Ein av kjarnuuppgávunum hjá Amnesty er at undirvísa í mannarættindum, og vit søkja nú eitt starvsfólk at standa fyri hesi uppgávuni. Í høvuðsheitum fevnur starvið um at:
- menna undirvísingarpartin hjá Amnesty International Føroyum
- tilrættisleggja og standa fyri undirvísing og skeiðum í mannarættindum
- søkja stuðul
Í høvuðsheitum fevnur starvið um at:
- menna undirvísingarpartin hjá Amnesty International Føroyum
- tilrættisleggja og standa fyri undirvísing og skeiðum í mannarættindum
- søkja stuðul
Vit hava ikki ávís krøv til útbúgving og royndir, men viðkomandi útbúgving og royndir kunnu verða ein fyrimunur. Vit sóknast eftir tær, sum:
- brennur fyri, at børn, ung og vaksin kenna síni rættindi
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- ert stinn/ur í føroyskum og enskum bæði í orð og talu
- megnar at arbeiða við fleiri uppgávum samstundis
Tað týdningarmiklasta er, at tú brennur fyri og hevur førleikar at tryggja, at børn, ung og vaksin fáa eina grundleggjandi vitan um mannarættindi. Tað er eisini umráðandi, at tú tekur undir við endamálinum hjá Amnesty International, ert ágrýtin og megnar at kveikja áhuga og arbeiða sjálvstøðugt.
Vit kunnu bjóða tær at gerast partur av okkara lítla toymi her í Føroyum, og samstundis gerast partur av heimsins størsta mannarættindafelagsskapi.
Tú fært ítøkiligar royndir at byggja upp undirvísingarpartin hjá Amnesty Føroyum umframt at undirvísa, samskipa og fyriskipa. Arbeiðið gevur tær innlit í og royndir við fjøltáttaða arbeiðinum í einum altjóða áhugafelagsskapi.
Arbeiðið liggur innan vanliga skrivstovutíð á skrivstovu okkara í Havn, men kvøldararbeiði kemur fyri av og á. Tað verður eisini væntað av tær, at tú ert fús/ur at taka eyka tøk, um tað er neyðugt, og somuleiðis taka vit atlit og eru liðilig, um eitthvørt krevjandi er á skrá hjá tær.
Lønin er sambært sáttmála hjá tínum fakfelagi.








