

Varaleiðari til Sóljugarð (farloyvisstarv)
Vága kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum varaleiðara til Sóljugarð at byrja 1. apríl 2025 ella eftir avtalu. Starvið er eitt farloyvisstarv.
Um starvið:
Sum varaleiðari fært tú leiðslu-, umsitingarligar og námsfrøðiligar uppgávur. Tú verður partur av einum stovni í menning, har spæl, nærvera, trivnaður og námsfrøði eru í hásæti.
Vit bjóða:
Ein fjølbroyttan gerandisdag við ávirkan á námsfrøðiligu kósina
Møguleika fyri persónligari og fakligari menning
Eitt gott arbeiðspláss við fakliga dugnaligum starvsfólkum
Vit vænta, at tú:
Er útbúgvin námsfrøðingur
Hevur leiðsluroyndir og megnar at kveikja starvsfólk
Hevur breiða fakliga vitan um børn 0-7 ár
Kann vegleiða og fylgja upp uppá børn við serligum tørvi
Brennir fyri námsfrøðiligari menning og hevur ein álítandi leiðslustíl
Um Sóljugarð
Sóljugarður liggur í Sandavági, og er staðsettur mitt í Sandavágs bygd við sera vakrari náttúru rundanum. Dentur verður lagdur á spæl, relatiónir, náttúruna og eitt lærandi umhvørvi. Leiðslutoymið tryggjar dygdargóða menning av stovninum.
Løn og umsókn
Løn og treytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Søk starvið við at trýsta á SØK VIÐ VANGA knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møgulig viðmæli.
Umsóknarfreist: Týsdagin 25. februar 2025.
Meira fæst at vita við at venda sær til Janu Egholm, leiðara, á tlf. 794456.
