

Ert tú okkara nýggja starvsfólk?
Tíðaravmarkað starv til køkin hjá Dugna á Hjalla
Ynskiligt er at fáa enn fleiri skikkaðar umsóknir og tí verður freistin longd.
Vit søkja eftir starvsfólki til køkin hjá okkum á Hjalla, at starvast 24 tímar um vikuna fram til 31.12.2025. Arbeiðið fevnir um matgerð til innanhýsis matarskipan, rættir í Kaffikrókinum og bíleggingar út av húsinum. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við annað starvsfólk í køkinum.
Høvuðsuppgávan er at stuðla teimum vit varða av ígjøgnum dagligu uppgávurnar í køkinum. Sum spírin í búmerki okkara lýsir, so byggja vit okkara arbeiði á burðardygt grundarlag, har menniskju eins og lutir fáa nýggjar møguleikar og nýtt virði.
Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.
Um starvið
Sum starvsfólk kemur tú at hava ábyrgd av menningini og trivnaðinum hjá teimum vit varða av, eins og tú eisini kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkahópin á deildini. Okkara kjarnuvirðir eru virðing, trivnaður og menning.
Okkum tørvar eitt starvsfólk, sum:
- hevur viðkomandi útbúgving innan arbeiði við menniskjum - eitt nú sum námsfrøðingur, kokkur e.líkn.
- er skapandi og dugir at síggja møguleikar í burðardyggari matgerð.
- dugir væl at samskifta, skapa sambond og fáa tað besta fram í starvsfelagum.
- dugir at fáa onnur við í arbeiðstilgongdini soleiðis, at øll fáa brúkt sínar eginleikar á besta hátt.
- útstrálar arbeiðsgleði og arbeiðsorku.
- er skipað í sínum arbeiði, og megnar at arbeiða sjálvstøðugt.
- dugir væl at samstarva og sær seg sum ein týðandi part av øllum arbeiðinum hjá Dugna.
- sær týdningin av støðugt at menna seg sjálvan og tolir broytingar.
Løn og setanartreytir
Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 01. mars ella skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og hevur tilvísing til deildarleiðaran.
Umsóknarfreist
Umsóknir við avriti av prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28.02.2025 kl. 12
Umsóknir skulu sendast til dugni@dugni.fo
Ynskir tú nærri kunning um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Barbaru Hilduberg, deildarleiðara á tel. 292974 ella á teldupost barbarah@dugni.fo
