
Articon
Undir slagorðinum "Eitt trygt grundarlag" leggur Articon stóran dent á at vera álítandi í sínum arbeiði, veita eina dygdargóða tænastu og halda gjørdar avtalur. Samstundis er orkan so mikið stór, at tað ber til at økja um ferðina, so tíðarfreistir kunnu haldast.
Articon hevur serligan førleika innan jørð-, kloakk-, betongarbeiði, byggibúgving, vega- og havnagerð, fjarhita, timbur- og snikkaraarbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði, tá skip verða bygd ella umvæld.

Verkfrøði lesandi í starvslæru
Okkara vøkstur er grundaður á holla fakliga vitan, og vit raðfesta tí útbúgving og vilja fegin bjóða lesandi innan verkfrøði starvslæru at byrja skjótast gjørligt.
Starvsvenjing
Starvsfólkahópurin hjá Articon er breitt samansettur, og tí eru møguleikarnir fyri starvslæru nógvir.
Vit hava góðar royndir av at samstarva við lesandi yvir styttri og longri tíðarskeið, og dentur verður lagdur á, at báðir partar fáa sum mest burturúr.
Uppgávur
- Góðskutrygging
- Nøgdarútrokningar
- Landmáting
- Arbeiða við tekningum
- Og mangt annað
Vit bjóða
Eitt gott arbeiðsumhvørvi, har vit millum annað hava fokus á digitalisering, burðardygd, førleikamenning og ikki minst at tú skipar tín dag sjálv/ur saman við starvsfeløgunum og leiðslu.
Løn og setanartreytir
- Løn og setanartreytir verða samsvarandi
Byrjanardagur
Byrja skjótast til ber
Lýsing er stovnað12. February 2025
Umsóknarfreist28. February 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
20 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (2)