Føroya Fuglafrøðifelag
Føroya Fuglafrøðifelag
Føroya Fuglafrøðifelag

Fyrisitingarstjóri (barsilsfarloyvisstarv)

Føroya Fuglafrøðifelag søkir dugnaligan avloysara til starvið sum fyrisitingarstjóri til náttúru- og umhvørvisarbeiði.

Starvið
Starvið fevnir m.a. um vanligt skrivstovuhald, at varpa ljós á aðalmálini hjá felagnum, og at søkja fígging til víðari arbeiði hjá felagnum. Hetta inniber at skipa fyri tiltøkum, at leggja tilfar á heimasíðu og sosialir miðlar, og at samskifta við viðkomandi myndugleikar, fyritøkur og grunnar innan- og uttanlands. Tú hevur harumframt ábyrgdina av bókhaldinum og limasambandinum. Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv innan náttúru- og umhvørvisøkið.

Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú innan fyrisiting, skrivstovu, samfelagsfrøði, lívfrøði ella líknandi. Tað hevur týdning, at tú hevur góðan kunnleika fyri samfelagsviðurskiftum, og áhuga fyri náttúruviðurskiftum.
Nýútbúgvin eru vælkomin at søkja, men viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur, sum t.d. royndir innan samskifti ella marknaðarføring. Stórur partur av samskiftinum er við útlendskum og internationalum grunnum og feløgum, og tú skalt tí duga væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum, bæði á skrift og í talu. Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði, og ert roynd/ur við at arbeiða innan størru sosialu miðlunum.
Tú hevur góð samstarvsevni, umframt góð evni at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert ágrýtin, vælskipað/ur, og tær dámar væl at skipa fyri og seta nýggj átøk í verk.

Lønar- og setanartreytir
Talan er um barsilsfarloyvisstarv, og starvstíðin er avmarka til 6. marts 2026. Starvssetanin er fleksibul, og kann verða upp til 80% í fyrstu atløgu, umframt at brøkurin kann broytast í starvstíðini alt eftir fígging ella avtalu millum starvsfólkið og felagið. Viðkomandi, ið verður settur, má tí tolamøguligar broytingar í starvinum. Starvsstaðurin er í Tórshavn, men við góðum møguleikum at arbeiða heimanífrá, og arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við nevndina hjá Fuglafrøðifelagnum.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, og verður sett skjótast gjørligt. Umsókn við avriti av prógvum, lívsrensli o.ø. skal vera Fuglafrøðifelagnum íhendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. mars 2025. Umsóknin skal sendast umvegis Alfred ella á teldupost: fuglafrodifelagid@gmail.com.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dianu Kongsbak, fyrisitingarstjóra, teldupostur fuglafrodifelagid@gmail.com, tlf. 223604.

Um Føroya Fuglafrøðifelag
Fuglafrøðifelagið er áhugafelag frá 1984. Endamál felagsins er at verja føroyskar fuglar og teirra búøki, og at stimbra áhuga í fugli, lívfrøðiligum margfeldi og náttúru sum heild. Fuglafrøðifelagið tosar fyri verju av økjum í Føroyum, sum hava avgerandi týdning fyri fugl og náttúru. Vit skipa fyriárligum útferðum fyri limirnar, umframt øðrum almennum tiltøkum. Vit framleiða tilfar um fugl, sum kann nýtast í almennum útbúgvingarog upplýsingarhøpi, og ráðgeva fólki eftir besta førimuni um,hvussu farast skal um fugl og náttúru. Harafturat
stuðla vit gransking og verkætlanum, sum kveikja vitan um fugl í Føroyum.

Fuglafrøðifelagið eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.
Tú kanst lesa meira um Føroya Fuglafrøðifelag her.

Lýsing er stovnað17. February 2025
Umsóknarfreist7. March 2025
Málslig krøv
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Arbeiðsumhvørvi
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki