Posta
Posta
Posta

Skrivstovunæmingur til Posta

Ert tú áhugað/-ur í fyrisiting og búskapi? Og kundi tú hugsað tær at fingið spennandi arbeiðsroyndir samstundis, sum tú tekur eina útbúgving? So ert tú kanska okkara næsti skrivstovunæmingur við sergrein í búskapi á fíggjardeildini á Posta.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Tú gerst partur av einum fakligum og spennandi arbeiðsumhvørvi, og tú fært gott innlit í arbeiðsgongdir í sambandi við fíggarliga partin av Posta. Økini sum tú fert at arbeiða við eru eitt nú skrivstovuarbeiði og bókhald. Tú lærir at bóka lønir, inntøkur og útreiðslur, og tú fært innlit í fíggjarætlanir og roknskapir. Eisini lærir tú um kundatænastu og samband við kundan, at meistra rokniørk, dátuviðgerð og tú fært gott innlit í KT-skipanir. 

Tú fært góðar starvsfelagar, eitt skipað arbeiðsumhvørvi og spennandi arbeiðsuppgávur. Eisini fært tú við tíðini møguleika at seta tín egna dám á arbeiðsdagin.  

Krøv til útbúgving og førleikar

Ert tú okkara skrivstovunæmingur?   

Vit leita eftir tær, sum hevur lokið búskaparbreyt, FHS ella líknandi útbúgving. Tú ert áhugað/-ur í tølum, tær dámar Excel, og tú ert ágrýtin. Týdningarmiklast fyri okkum er, at tú ert til reiðar at læra og gerast partur av einari flutningsfyritøku, sum hevur allar Føroyar sum arbeiðspláss.  

Vit ímynda okkum, at tú hevur eyga fyri smálutum í tínum arbeiði, at tú ert álítandi og hevur jaligan hugburð.  

Ágóðar við starvinum

Forvitin at læra meira?   

Ert tú forvitin at læra meira, hoyra vit fegin frá tær. Vit vænta ikki, at tú hevur nógvar royndir frammanundan. Men vit ynskja, at tú ert ágrýtin, forvitin og fús/-ur at læra.  

Í umsóknini leggja vit tí dent á, at tú greiðir frá, hvør tú ert, og hví tú vilt gerast skrivstovunæmingur við sergrein í búskapi.  

Lærutíðin er eitt bland millum arbeiði á skrivstovuni og skúlagongd. Lønin er sambært sáttmála við Starvsfelagið. Í gerandisdegnum arbeiðir tú í okkara ljósu og umvældu hølum á Óðinshædd í Havn. 

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Birgitte V. Gunnarsson, roknskaparleiðara, á bvg@posta.fo ella á telefon 212153 ella Jógvan Joensen, fíggjarleiðara, á jogvan@posta.fo ella á telefon 236040.

 

Freistin at søkja er mánadagin tann 10. mars 2025. 

Søk starvið her: https://posta.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/21 

Um Posta 

Posta er ein týðandi partur av flutningskervinum í Føroyum, og allir føroyingar eru viðskiftafólk hjá Posta. Posta er ein flutningsfyritøka, sum seinastu árini hevur verið í stórari menning.

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum. Á Posta eru hølini ljós og vinarlig, og til ber at melda seg til matarskipan. Tú verður partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi við góðum trivnaði.

Lýsing er stovnað21. February 2025
Umsóknarfreist10. March 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
2 Óðinshædd, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki