Skrivstovufólk ella lærlingur til REMÓT Travel
Ert tú væl skipað/ur, fyrikomandi og klár/ur til spennandi avbjóðingar í ferðavinnuni? So er hetta starvið kanska júst fyri teg!
Vegna vøkstur søkja vit eftir skrivstovufólki ella lærlingi at gerast partur av okkara fríska og framfýsnara toymi í REMÓT Travel. Starvið er fjølbroytt og gevur tær møguleika at arbeiða innan high-end ferðavinnu og menna Føroyar sum ein spennandi ferðamál.
Tú verður partur av dagliga rakstrinum og kemur at hava fjølbroyttar uppgávur, m.a.:
✅ Bókhald í e-conomic
✅ Lønir
✅ Bílegging av gistingum, bilaleigu o.a. í samband við túrar
✅ Menna og selja okkara útboð av túrum – bæði til einstaklingar og bólkar
✅ Samskifta við føroyskar veitarar og útlendskar ferðaskrivstovur
✅ Fyrifallandi skrivstovuuppgávur
Vit vænta, at tú...
🔹 Ert opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta
🔹 Arbeiðir væl undir trýsti og dugir at hava nógvar bóltar í luftini í senn
🔹 Ert vælskipað/ur, sjálvstøðug/ur og tekur ábyrgd av uppgávum
🔹 Hevur teldukunnleika á brúkarastøði
🔹 Skrivstovufólk: Hevur royndir við bókhaldi
🔹 Lærlingur: Hevur lokið miðnámsútbúgving á búskaparbreyt ella FHS
Vit bjóða tær…
✨ Møguleikan at gerast partur av einari nýggjari fyritøku í menning
✨ Ávirkan á fyritøkuna og møguleika fyri at seta tín dám á arbeiðið
✨ At arbeiða innan high-end ferðavinnu og menna Føroyar sum ferðamál
✨ Fleksibult arbeiði – við møguleika at arbeiða heimanífrá
✨ Fjølbroyttar avbjóðingar og góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
✨ Skrivstovufólk: Møguleika fyri niðursettari arbeiðstíð