

Tvey reingerðarfólk til Klaksvíkar Sjúkrahús
Søkt verður eftir tveimum reingerðarfólki til fast starv til Tænastudeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til setan 26. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið.
Starv 1
Starvið er tímalønt frá mánadag til fríggjadag og arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum reingerð av skrivstovum, viðgerðarhølum, gongd v.m.
Starv 2
Starvið er tímalønt og arbeiðstíðin er 17 tíma um vikuna við skiftandi arbeiðstíðum. Neyðugt er til tíðir at arbeiða í vikuskiftinum.
Arbeiðsuppgávurnar eru reingerð av skrivstovuhølunum hjá fyrisitingini og starvsfólkaíbúðum.
Vit vænta, at tú
- ert røkin og gongur høgt upp í reinføri
- kanst arbeiða sjálvstøðugt
- ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur
- dámar at hava ymiskar uppgávur
- tolir broytingar
- ert fleksibul og kanst reingerða á ymiskum deildum
- dugir føroyskt ella eitt av skandinavisku málunum
Vit bjóða
- eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum
- eitt gott og skipað arbeiðsumhvørvi
- skipaða innleiðslu og upplæring
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira at vita
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Jastrid Gullaksen, deildarleiðara, á tlf. 235470, ella senda ein teldupost til jasgu@ks.fo
Umsókn
Starvið verður sett skjótast tilber, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Skrivlig umsókn, saman við lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast til: umsokn@ks.fo
Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.












