
Demich
Í yvir 60 ár hava vit hitað føroysk húsarhald. Fyri 15 árum síðan avgjørdu vit, at vit framyvir fóru í mest møguligan mun at fáast við grønar hitaloysnir. Vit halda til í Stiðjagøtu í Havn, har vit í dag húsast í trimum bygningum á tilsamans góðar 1.500 fermetrar. Her eru vit eini 60 fólk, sum eru knýtt at okkara fjølbroyttu deildum: verkstaði, service, hitapumpu, el, projekt, handli og skrivstovu. Við góðum maskinum og góðum hondum loysa vit uppgávur innan øll hesi øki – eina fyri og aðra eftir.

Teknikari
Eru hendurnar skrúvaðar rætt á? Hevur tú eygu sum í falki, og elskar tú at loysa avbjóðingar? So er at umhugsa eitt starv sum teknikari hjá okkum í Demich.
Hvat inniber starvið?
Tá ið tú byrjar í starvi hjá okkum, kemur tú at servisera og feilfinna hitapumpur – og onkutíð eisini at seta tær upp. Tú verður eisini partur av okkara vaktarskipan. Tú fært bæði arbeiðsbil, arbeiðstelefon og eina kappingarføra løn.
Hvat fært tú frá Demich?
Tú kemur at arbeiða í einum mennandi umhvørvi, har tú fært nógvar spennandi og fjølbroyttar avbjóðingar. Hartil kemur sjálvandi ein fittur og fryntligur starvsfólkahópur.
Hvat fær Demich frá tær?
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, leggur nógv fyri dagin og fært nógv á skaftið.
Treytir og fyrimunir
- Tú mást hava áhuga í teknikki og at loysa trupulleikar innan teknikk.
- Tú mást hava koyrikort.
- Vit eftirútbúgva eftir tørvi.
Ágóðar við starvinum
- Arbeiðstelefon
- Kappingarfør løn
- Arbeiðsbil
Lýsing er stovnað16. januar 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
2 Stiðjagøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
Koyrikort (B)
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (7)

Handverkari / vøruábyrgdari til Oilwind
J. K. Joensen (OILWIND) spf

Maskinmeistari til P/F LOOKNORTH
Looknorth P/F

Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir nýggjum starvsfelaga til maskindeildina
Sjúkrahúsverkið

1. meistari til Breiðanes
TG Fish

Opin umsókn til smoltstøðina í Skálavík
Bakkafrost

Maskinfólk til tekniska toymið á lívfiskastøðini við Áir
Bakkafrost

Elektrikarar til MR-EL
Sp/f MR-EL