

Elektrikarar til MR-EL
Hevur tú hug at starvast í einum fjølbroyttum arbeiðið?
Vit søkja eftir einum ágrýtnum elektrikara. Sum elektrikari hjá MR-EL fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einari fyritøku í støðugari menning.
Arbeiðsøki
Tú verður ein partur av einum góðum og dynamiskum toymi, sum arbeiðir við nógvum fjølbroyttum el-uppgávum kring alt Føroyar. Tú fær ein fjølbroyttan arbeiðsdag við uppgávum bæði innan vinnuna og tað privata.
Tín vangamynd
· Ert útbúgvin elektrikari
· Trívist við skiftandi arbeiðsplássum
· Tekur ábyrd og arbeiðir sjálvstøðugt
· Dugir væl at samstarva og hugsa loysnir
Vit bjóða
· Eitt gott arbeiðspláss við stórum møguleikum
· Uppliva alt landið
· Eitt arbeiðspláss í menning
Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður sett, skjótast til ber. Lønin verður samsvarandi førleikum og royndum.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á "Søk" omanfyri.
Meira at vita?
Ynskir tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ragnar Vest stjóra, á tlf. 22 55 87, Marner Kjærbo-Veyhe stjóra, á tlf. 22 11 35 ella við teldiposti til mrel@mrel.fo