Solar
Solar
Solar

Søluráðgevi

Ert tú okkara
nýggi søluráðgevi?

Brennur tú fyri sølu, tænastu og grønum orkuskifti? So hava vit eitt spennandi starv leyst at søkja innan hitapumpur og ventilatión.

Tann grøna bylgjan er yvir okkum og hetta merkja vit sanniliga eisini hjá Solar. Tískil hava vit brúk fyri tær sum skjótast.

Um starvið

Uppgávan verður fyrst og fremst at ráðgeva og sparra við kundar okkara um alt, ið snýr seg um hitapumpur og ventilatión. Hetta inniber alt frá loysnum, krøvum, tilfari og tilboðum. Okkara kundar eru í høvuðsheitinum virkir og fyritøkur, ið seta upp skipanir innan orku og ventilatión.

Førleikar

Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir innan sølu og tænastu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan el-fakið, men hetta er ikki eitt krav. Um tú ikki hevur viðkomandi útbúgving ella royndir, kunnu vit veita upplæring innanfyri økið. Vit samstarva við Solar Danmark.

Vit vænta harumframt, at tað fellur tær lætt at selja, uppsøkja kundar og at veita eina góða kundatænastu.

Lýsing er stovnað8. February 2024
Umsóknarfreist20. February 2024
Stað
2 Brekkutún, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki