Skrivstovulærlingur
Sum skrivstovulærlingur verður tú partur av einum toymi, sum hevur tætt samstarv við søludeildirnar umframt at skrivstovutoymi samskiftir við kundar á ymsan hátt. Skrivstovutoymið telur 7 starvsfólk, harumframt hoyrir kantinan, marknaðar- og KT deildin eisini til skrivstovuna.
Bygma Balslev er størsta fyritøkan av sínum slag. Tað starvast áleið 75 fólk í Havn og í Suðuroy.
Bygma Balslev selur alt byggitilfar til bæði privat og fyritøkur.
-
Tínar uppgávur koma m.a. at fevna um:
- Tolling og kalkulatión av vøruinnkeypi
- Kreditorbókhald
- Ordrarættan
- Dagligar skrivstovuuppgávur og kundasamskifti
- Fyrikomandi, tænastusinnað/ur, álítandi og hevur góð evni at samskifta
- Málsøkin og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og hevur rímiligan telduforleika
- Dugir at hava fleiri bóltar í luftini samstundis
- Vit ynskja at tú hevur miðnámsútbúgving við búskaparbreyt ella tilsvarandi
Lærlingaútbúgvingin er ein skiftisútbúgving, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og ganga í skúla.
Tú fært løn undir allari útbúgvingini, og eftir loknað útbúgving fært tú lærubræv, sum gevur tær góðar framtíðar møguleikar.
Skúlagongdin er á Glasi og tekur áleið 7 vikur á 30 undirvísingardagar sum aloftast liggja síðsta árið av lærutíðini. Arbeiðstíðin eitur 40 tímar um vikuna.
Samlaða lærutíðin er millum 2 og 3 ár alt eftir hvørja skúlagongd tú hevur.
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Júst í Túni Vang, fíggjarleiðara á tel. 345020 ella á jtv@balslev.fo