Farloyvisstarv sum skrivari til Fuglafjarðar skúla
Fuglafjarðar skúli leitar eftir einum dugnaligum og nærløgdum skrivara at byrja skjótast til ber.
Søkt verður eftir skrivara til parttíðarstarv, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar kann avgreiða fyrisitingarligar uppgávur skúlans. Fakliga vísir skrivarin til skúlastjóran, men er tó í tøttum samstarvi við mentanardeildina hjá Fuglafjarðar kommunu, sum skrivarin er løntur av.
Starvið inniber, at skrivarin stjórnar og viðlíkaheldur journalskipan og skipar mannagongdir í sambandi við persónsdátalógina. Skrivligt og munnligt samskifti við leiðslu, lærarar, næmingar, foreldur, kommunu og stovnar, umframt vanligar skrivarauppgávur og telefonaavgreiðslu eru eisini partur av starvinum.
Vit leita eftir einum vælskipaðum, sjálvstøðugum, ídnum og álítandi skrivara. Tað er umráðandi at tú ert blíð/ur og fyrikomandi í samskiftinum við næmingar, og at tú samstundis hevur ein natúrligan mynduleika. Tað er avgerðandi, at tú tekur ábyrgd og trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi.
· Skrivstovuútbúgving ella útbúgving, sum kann javnmetast
· Royndir við journalarbeiði og kunnleika til skipanina 360
· Góðar KT-førleikar
· Dugir væl at orða seg í skrift og talu
· Tænastusinni
Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til mannagongdir og skipanir í skúlaverkinum.