

Sjúkrarøktarfrøðingur til Onkologiskt ambulatorium á Landssjúkrahúsinum
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til onkologiskt ambulatorium. Talan er um 1 ára farloyvisstarv starv á starvsbrøki 0,9 at byrja 1. oktober 2026 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er gerandisdagar millum kl. 8-16. Starvið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjadeild.
Um Onkologiskt ambulatoriið
Onkologiskt ambulatorium er staðsett á G3 og er mannað við serlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og skrivarum. Harumframt eru útbúgvingarlæknar knýttir at ambulatoriinum. Onkologiska ambulatoriið hevur tætt samband við serlæknatoymi á Ríkissjúkrahúsinum, sum javnan eru á Landssjúkrahúsinum og manna ambulatoriið saman við onkologiska toyminum. Ambulatoriið hevur bæði viðtalueind og viðgerðareind.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Veita sjálvstøðuga sjúkrarøkt, viðgerð og eftirkanningar til sjúklingar, ið eru knýttir at onkologiska ambulatorium
- Geva kemoviðgerð/biologiskan heilivág, intravenøsar injektiónir/infusiónir, tablettviðgerðir
- Útinna, leiða, miðla og menna vitan um sjúkrarøkt
- Vera við til at menna onkologiska økið í Føroyum
- Optimera sjúklingagongdir hjá onkologiskum sjúklingum
- Kunna sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk um sjúku, heilivág o.a.
- Tvørfakligt samstarv við læknar, læknaskrivara og aðrar viðkomandi fakbólkar
Dentur verður lagdur á, at tú hevur:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Kliniskar royndir í medisinskari sjúkrarøkt
- Fakligan áhuga innan økið
- Góðan telduførleika
- At tú megnar at fáa yvirlit yvir fjøltáttaðu arbeiðsuppgávurnar og at raðfesta og samskipa sjúklingagongdir
- Sinnað/ur at menna førleikar at miðla vitan og undirvísa
- Vilja og evni til at brúka reflektión í arbeiðinum
Vit bjóða:
- Felags innleiðslu og upplæring
- Virknar og skikkaðar starvsfelagar
- Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
- Góðar møguleikar fyri førleikamenning
- Tætt tvørfakligt samstarv
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Jóhannu Andreasen funktiónsleiðara á tlf. 304500, lokal 6251, ella við at skriva til johad@ls.fo
Prógv og viðmæli verða send við umsóknini.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.






