Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðgongina

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir royndum sjúkrarøktarfrøðingi innan skurðøki til Skurðgongina, setan 01.10.2026 ella sum skjótast. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,5, gerandisdagar.

Á Skurðgongini starvast 14 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopieindini og 3 sterilassistentar. Skurðgongin hevur 6 skurðstovur, 2 endoskopistovur og sterilsentral. Okkara sergreinir eru ortopedi, alm. kir., gynækologi og urologi. Í endoskopiini verður tikið ímóti ambulantum og innløgdum sjúklingum til kanningar og viðgerðrir. Í sterilsentralinum vera øll instrumentir endurviðgjørd til allar skurðviðgerðir.

Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv og vit vanta av starvsfólkunum, at tey er við til at menna hetta og viðvirka til ein jaligan hugburð. Vit arbeiða við einari jaligari tilgongd til arbeiðið og hetta ynskja vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.

Førleikar

  • Sjúkrarøktarfakligur áhugi og royndir innan skurðøkið og instumentellari sjúkrarøkt
  • Kreativitet og fleksibilitet
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • Miðla vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
  • Telduførleiki

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum og uppgávum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Ruth av Fløtum, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 5200 rutav@ls.fo ella Guðrun Setberg Lindenskov, depilsleiðari, lokal 5102, gudli@ls.fo.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Lýsing er stovnað20. august 2026
Umsóknarfreist3. september 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki