Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Deildarleiðari til Skurðgongina á Landssjúkrahúsinum

Skurðgongin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir deildarleiðara til Skurðgongina til setan 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu.

Skurðdepilin hevur eitt tætt tvørfagligt samstarv tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini Skurðgongin (Endoskopiin og Sterilsentralurin), Seingjadeildin G4 og H2, Kirurgisk ambulatorie, Oyra- næsa- og hálsdeildin, Eygnadeildin, Barnakonueindin og Læknaskrivararnar.

Á Skurðgongini starvast 15 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 5 endoskopisjúkrarøktarfrøðingar, 3 sterilatstøðingar og skurðlæknar. Deildin er skipað við einum dagligum deildarleiðara, einum varaleiðara og læknaligum funktionsleiðara og depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deplinumn.

Deildarleiðarin hevur til dagligt ábyrgd fyri sjúkrarøktini innan skurðøkið, endoskpiina og sterilsentralin. Deildarleiðarin kann koma at hava nakrar fáa vaktir gerandisdagar.

Á Skurðgongini verða gjørdar umleið 3000 skruðviðgerðir um árið og 1800 endoskopi viðgerðir. Í sterilsentralinum verða øll instrumentir til allar skurðviðgerðrir endurviðgjørd, eisini serviserar sterilsentralurin øðrum deildum á Landssjúkrahúsinum.

Arbeiðið sum deildarleiðari fevnir um

  • At vera fyrisitingarligur og fakligur leiðari hjá starvsfólkunum á Skurðgongini
  • At umsita fíggjarjáttanina fyri deildina
  • At virka fyri menning innan Skurðøkið, Endoskopiøkið og Sterilsentralin
  • At skipa fyri undirvísing og menning av starvsfólkunum á deildini
  • At gera og skipa fyri mannagongdum fyri tey ymsu økini á deildini

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir sum skurðsjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving og/ella royndir innan leiðslu er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Góðan telduførleika

Vit vænta at tú

  • Hevur hug og áræði at virka fyri menning, har sjúklingurin verður settur í fremstu røð
  • Er eldhugað/ur og megnar at geva fakligan íblástur til starvsfelagar
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Virkar fyri góðum arbeiðsumhvørvi, sjúkrarøktarfakliga og tvørfakliga

Vit bjóða

  • Eitt mennandi og spennandi starv við fakliga dugnaligum starvsfeløgum
  • Góða innleiðslu
  • Samstarv, sparring og stuðul frá deildar- og depilsleiðslu

Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Guðrun Setberg Lindenskov, depilsleiðara á tlf. 304599, lokal 5102, t-post gudli@ls.fo, ella Elinborg Mortensen, depilsleiðara á tlf. 304599 lokal 5100, t-post elimo@ls.fo.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Lýsing er stovnað21. august 2026
Umsóknarfreist6. september 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki