Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Brennur tú fyri at gera góðan og føðslurættan mat?

So er tað møguliga tær, vit leita eftir. Vit søkja eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum kost- og føðslustarvsfólki til barsilsfarloyvisstarv í Køkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi í tíðarskeiðinum 19.10.2026 til og við 25.10.2027 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nýmótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Vit eru áleið 130 starvsfólk í 24 ymiskum fakbólkum.

Í Køkini starvast 10 starvsfólk. Vit gera mat til sjúklingar á sjúkrahúsinum, búfólk á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi, heimabúgvandi pensionistar, kantinuna og annað virksemi á sjúkrahúsinum.

Um starvið
Starvið er fulltíðarstarv við ábyrgd fyri matframleiðsluni í samstarvi við leiðaran í Køkini.
Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 við vikuskiftisvaktum 3. hvørt vikuskifti.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum matframleiðsla, planlegging og fyrireiking.

  • Vit ímynda okkum, at tú
    ert útbúgvin føðsluatstøðari, føðslutøkningur, økonoma ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • ert samstarvssinnað/-ur
  • ert røkin og arbeiðssom/arbeiðssamur
  • hevur kt-førleikar á brúkarastøði
  • arbeiðsroyndir frá stovnskøki kunnu vera ein fyrimunur.

Vit bjóða

  • eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum
  • ein fakliga spennandi gerandisdag, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni í køkini
  • skipaða innleiðslu og upplæring.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Ynskir tú at frætta meira, ert tú vælkomin at venda tær til Armgarð Strøm, økonoma á tlf. 34 33 00.

Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo

Lýsing er stovnað18. august 2026
Umsóknarfreist31. august 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Tvøroyri, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki