

Maskinmeistari til Landssjúkrahúsið
Hevur tú hug til at starvast í einum umhvørvi, har tú hevur møguleika at brúka breiddina í starvinum sum maskinmeistari í einum serligum tekniskum umhvørvi?
Á Landssjúkrahúsinum søkja vit eftir einum maskinmeistara til eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú arbeiðir bæði við framkomnum vaskaríútbúnaði og við tekniskum skipanum á øðrum týðandi økjum á sjúkrahúsinum.
Her fært tú møguleika at brúka breiddina sum maskinmeistari í einum serligum tekniskum umhvørvi.
Um starvið
Tú verður partur av Teknisku deild í Tænastudeplinum og fær ein gerandisdag, har trygd, viðlíkahald og menning ganga hond í hond. Ein týðandi partur av starvinum er knýttur at vaskarínum, sum tey seinastu árini er høvuðsumvælt, so vit í dag hava nýggjastu tøknina á marknaðinum. Harumframt kemur tú at loysa uppgávur á økjum, har álítandi tekniskur rakstur er avgerandi - eitt nú á Sterilsentralinum og við øðrum týðandi funktiónum á Landssjúkrahúsinum.
Tú kemur at arbeiða tætt saman við maskinmeistaranum, sum longu starvast á økinum.
Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, Dalux og KNX.
Starvið er fulltíðarstarv, og er til setan frá 1. oktober 2026 ella eftir avtalu. Krav er, at tú hevur útbúgving sum maskinmeistari
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- eftirlit og fyribyrgjandi viðlíkahald av tekniskari útgerð á vaskarínum
- at arbeiða við, menna og skipað viðlíkahald og skráseting
- at verða við til at seta mál og eftirmeta tey
- at samstarva við starvsfelagar, veitarar og aðrar fakbólkar um rakstur og tekniskar loysnir
- at vera við til at menna arbeiðsgongdir og finna loysnir, sum styrkja rakstrartrygd og góðsku.
Vit ímynda okkum at tú
- hevur kunnleika innan fjøltáttaðar stýringar
- hevur góðan telduførleika: royndir við CTS, Dalux og/ella KNX eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav
- arbeiðir sjálvstøðugt, skipað og tekur ábyrgd
- trívist við skiftandi uppgávum og dugir at raðfesta arbeiðsuppgávur, eisini tá nógv er at gera
- hevur hug at samstarva og deila vitan við onnur.
- tolir broytingar í arbeiðinum, og at tað til tíðir er nógv at gera
Hví velja Landssjúkrahúsið
Tín arbeiðsdagur hevur beinleiðis týdning fyri, at týðandi funktiónir á Landssjúkrahúsinum kunnu virka trygt og støðugt. Her fert tú at,
- fáa ein fjølbroyttan gerandisdag við bæði praktiskum og tekniskum avbjóðingum
- arbeiða við framkomnari útgerð og fleiri ymiskum tekniskum skipanum
- fáa góða innleiðslu og upplæring í teimum serligu skipanunum á Landssjúkrahúsinum
- hava møguleika fyri viðkomandi eftirútbúgving og fakligari menning
Lønar- og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv. Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, telefon 234539, teldupost saebni@ls.fo ella Terja Hammer, varaleiðara, telefon 234743, teldupost terha@ls.fo
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.







