Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna

Samskipari til teknisku deild í Runavíkar kommunu

Hevur tað týdning fyri teg at veita góða tænastu og hava ábyrgd?

Ynskir tú eitt fjølbroytt og áhugavert starv?

So er hetta kanska dreymastarvið hjá tær!

Runavíkar kommuna er í stórum vøkstri og krevur hetta alsamt meir av umsitingini, eins og uppgávurnar og krøvini eru vaksandi. Tekniska deild stendur á odda fyri at viðlíkahalda og menna felagsogninirnar hjá íbúgvunum í Runavíkar kommunu, og er eitt avbjóðandi og spennandi starv leyst at søkja í Teknisku deild.

STARVIÐ SUM SAMSKIPARI

Samskiparin, sum er ein lyklapersónur á Teknisku deild, vísir til býarverkfrøðingin og stendur fyri móttøku, meting, planlegging og uppfylging av øllum málum sum koma til Teknisku deild, í tøttum samstarvi við býarverkfrøðingin. Harumframt kemur samskiparin eisini at arbeiða við at gera skrivligar mannagongdir fyri kjarnutænasturnar hjá Teknisku deild, umframt at hava ábyrgdina av skrivarauppgávum og journalisering.

Týdningarmiklastu uppgávurnar hjá samskiparanum:

· Skipa fyri stýring av øllum málum

· Móttøka og skrivari fyri býarverkfrøðingin

· Umsita journalskipan, málrøkt og rættlestur

· Uppfylging av býráðssamtyktum

· Samskifta við borgarar og almennar stovnar

· Viðvirkað til áhaldandi at menna og at gera virksemið einfaldari

Førleikakrøv

Ynskiligt er at umsøkjarar hava flest allar av hesum fakligu førleikum:

- Hóskandi útbúgving innan økið

- Royndir innan fyrisiting og kennir fyrisitingarliga handverkið

- Kunnleika og royndir við journalskipan

- Royndir í at samskipa og stýra samlaða virkseminum hjá eini deild

- Góð analytisk evni og góðan telduførleika

- Dugir væl at samskifta og málbera teg á føroyskum í skrift og talu

Persónligur førleikar

Ynskiligt er at samskiparin hevur flest allar av hesum førleikum:

- Er framsøkin og dugir at taka ábyrgd

- Tænastusinnað/ur, nærverandi og týðilig/ur

- Góð evni og dámar væl at samstarva og samskifta

- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

- Ert røkin og hevur gott yvirlit

- Fyrikomandi við jaligum sinni er opin fyri tillagingum

Løn og setan

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og verður lønt sambært sáttmála millum starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn og upplýsingar

Umsóknir skulu verða Runavíkar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. November 2024.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Maritu Hentze, býarverkfrøðing á tlf. 237070, ella við telduposti til: marita@runavik.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu: www.runavik.fo

Lýsing er stovnað14. November 2024
Umsóknarfreist28. November 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
26 Heiðavegur, Saltangará 600, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki