Reyði Krossur Føroya
Reyði Krossur Føroya
Reyði Krossur Føroya

Ert tú samskipari við áhuga fyri humaniterum hjálpararbeiði?

Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum ágrýtnum samskipara til at røkja eitt tíðaravmarkað starv, meðan okkara samskipari er í barnsburðarfarloyvi. Talan er um ein spennandi møguleika, har tú kanst vera við til at gera mun og geva títt íkast til hjálpararbeiði, samstundis sum tú eisini gerst partur av einum heimsumfevnandi felagsskapi, ið virkar fyri at hjálpa, har neyðin er størst.

Um felagsskapin
Reyði Krossur Føroya virkar fyri at hjálpa, har ið neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin. Umleið 450 sjálvboðin eru regluliga virkin í Reyða Krossi Føroya í m.a. vitjanartænastu, samarittum, integratión og endurnýtslu. Alt arbeiðið hjá Reyða Krossi byggir á aðalreglurnar: at vera menniskjalig, ópartísk, uttanveltað, óheft, sjálvboðin, ein eind og at vera algildug. Les meira um Reyða Kross á www.redcross.fo

Arbeiðsuppgávur
Sum samskipari kemur tú at arbeiða við nógvum ymsum uppgávum, millum annað:

· Samskipa tað sjálvbodna arbeiðið, við serligari ábyrgd av endurnýtsluni og Mat- og klædnahjálpini

· Samskifti, m.a. at svara telefonini, skriva tekst til heimasíðuna, leggja út á sosialar miðlar osv.

· Røkja dagligar umsitingaruppgávur

· Skipa fyri verkætlanum og tiltøkum

· Menna og útvega tilfar til Reyða Kross Føroya

· Fyrifallandi praktiskar uppgávur

Vit vænta, at tú

· Hevur áhuga fyri humaniterum arbeiði og brennir fyri at gera mun fyri onnur

· Ert álítandi, skipað/ur og tekur fegin á teg nýggjar avbjóðingar

· Dugir væl at samstarva og samskifta við ymisk fólk

· Hevur góðar telduførleikar

· Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá tað er nógv at gera

Eisini er tað ein fyrimunur, um tú

· Hevur royndir við sjálvbodnum arbeiði

  • Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir við eitt nú skrivstovuarbeiði ella samskifti
  • Hevur koyrikort til vanligan bil.

Vit kunnu bjóða tær
Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum dynamiskum og livandi umhvørvi, har tú fært møguleika at seta tín dám á, hvussu arbeiðið verður skipað.

Talan er um eitt fulltíðarstarv á 40 tímar um vikuna í upp til eitt ár, meðan samskiparin er í barnsburðarfarloyvi.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsstaðurin er í Tórshavn.

Umsókn
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn og viðkomandi skjøl á starv@redcross.fo í seinasta lagi 1. desember 2024.

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sigrið Zachariasen, dagligan leiðara í Reyða Krossi Føroya, á sigridz@redcross.fo ella á tel. 286674.

Lýsing er stovnað13. November 2024
Umsóknarfreist1. December 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
DansktDanskt
Valfrítt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Valfrítt
Miðal førleiki
Stað
6 Stiðjagøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki