Gjaldstovan
Gjaldstovan
Gjaldstovan

Leiðari til Keyp Landsins

Gjaldstovan søkir eftir framskygdum leiðara at standa á odda fyri Keypi Landsins. Við útboðum, tilboðum, undantøkum, keypsportali, vegleiðingum, eftirliti og frágreiðingum fert tú at standa fyri, at landsins keyp av vørum og tænastum er skipað á soleiðis, at tað er ábyrgdarfult og fíggjarliga skynsamt og samstundis stimbrar kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.

Keyp Landsins er sjálvstøðugt virkisøki á Gjaldstovuni. Endamálið er skapa álit á almennu keypstilgongdina og samstundis tryggja, at landið fær meira fyri minni. Keyp Landsins er skipað sum sjálvstøðugt virkisøki.

Okkara royndir seinastu fimm árini vísa, at ein stór avbjóðing er, at stovnar ikki hava orku at gera útbjóðingartilfar ella tilboðsfyrispurningar. Eisini eru dømi um, at stovnar halda ávísar veitarar vera bestar at loysa uppgávurnar, ella at tænastan er so serstøk fyri stovnin, at hon ikki kann bjóðast út millum fleiri. At bróta hetta mynstrið krevur beinleiðis vegleiðing og hjálp, nýggjar mannagongdir og eftirlit.

Tú fært møguleikan at skipa virkisøkið. Vit hugsa, at næsta fólkið verður sett komandi vár og triðja fólkið um eitt ár.

Um starvið

Ábyrgdarøkið verður at:

  • gera vegleiðingar og hjálpa stovnum við at gera útbjóðingartilfar
  • fremja útboð
  • gera prísavtalur við veitarar
  • gera rammusáttmálar
  • hava eftirlit við, at tær avtalur, sum verða gjørdar, verða fylgdar
  • viðgera umsóknir um undantøk
  • uppbyggja skrásetingarskipanir, ið geva yvirlit yvir hvat keypt verður
  • støðugt menna Keypsportalin
  • gera stakroyndir og greiningar
  • samskifti við stovnar um týdningin av at halda rundskrivið
  • kunna ráð og stovnar um ætlanir og politikk
  • gera ársfrágreiðing

Eisini skalt tú samskipa útboð á Gjaldstovuni.

Fyri framman liggur at gera nýggjan Keypsportal, gera útboðsfrymlar, fremja eftirlit, gera frágreiðingar og mangt annað. Tú fert at samstarva við starvsfelagar um KT, miðling, heimasíðu, skráseting og bókhald, eftirlit og sáttmálar.

Arbeiðið í Keyp Landsins er grundað á rundskriv um keyp av vørum og tænastum frá 2019. Rundskrivið kann lesast í leinkinum niðanfyri og vísir, hvørjar uppgávur Gjaldstovan hevur á hesum øki.

Rundskriv um keyp av vørum og tænastum

Tú kanst eisini lesa ársfrágreiðingina í leinkinum niðanfyri:

Ársfrágreiðing hjá Keypsportalinum fyri 2022

Um teg

Tú hevur viðkomandi útbúgving so sum kandidat, bachelor ella aðra útbúgving á samsvarandi stigi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur ítøkiligar royndir við almennum innkeypi. Tað er ikki neyðugt at vera serfrøðingur í løgfrøði, búskapi, Excel ella SQL, men tú ert tann, ið setur teg inn í tingini, fert í gongd og biður um hjálp, um brúk er fyri tí. Áræði er tí avgerandi.

Vit framleiða nógv skjøl og annað tilfar við m.a. løgfrøðiligum innihaldi. Tí er neyðugt, at tú kann arbeiða skipað og miðvíst og dugir væl at orða teg á føroyskum. Vit leggja stóran dent á góðan handilsskap. Hagtalsgrundarlagið hjá okkum eru tær umleið 230.000 rokningar, sum árliga fara ígjøgnum okkara útgjaldsskipan. Tú skalt duga at gera greiningar og arbeiða við tølum.

Starvsøkið er enn í eini menningartilgongd, tí eru tínir sterkastu eginleikar, at tú torir at fara undir ymiskar uppgávur, tekur tær til tín og loysir tær.

Arbeiðið hjá Keyp Landsins skal broyta keypsatferðina á almennum stovnum. Broytingar skapa mótstøðu, eisini her, tí eru evnini at samskifta og fáa skapt undirtøku góður eginleiki.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Tað verður latin ein leiðaraviðbót eftir viðkomandi sáttmála. Arbeiðsstaðurin er Gjaldstovan í Albert Hall á Argjum.

Umsóknarfreistin er 22. november í 2024

Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum umvegis Alfred ella til starv@gjaldstovan.fo í seinasta lagi 22. november í 2024 kl. 12.00. Viðmerk umsóknina “Keyp Landsins”.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit rokna við, at tú kanst byrja í starvinum við ársbyrjan í 2025.

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Leif Abrahamsen, stjóra, á leif@gjaldstovan.fo ella telefon 214660.

________________________________________________________________________________________________________________

Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss. Síðan Gjaldstovan varð stovnað í 1939, hevur hon verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring.

Tað eru stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna, og eru hesi skipað í trý høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins og Talgildu Føroyar, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum brúka okkara tænastur, kunnu gera arbeiði sítt til lítar.

Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, tí skipa vit javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.

Lýsing er stovnað11. November 2024
Umsóknarfreist22. November 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Albert Hall, 1 Kvíggjartún, Argir 160, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki