Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna

Fulltrúi til Runavíkar kommunu

Trivnaðardeildin í Runavíkar kommunu leitar eftir fulltrúa at seta í starv skjótast gjørligt. Talan er um eitt fjølbroytt starv, har ongin dagur verður eins, og tú sleppur at loysa nógvar og ymiskar uppgávur innan trivnaðar- og mentanarøkið.

Vit ímynda okkum at tú ert ein generalist við førleikum til skjótt og væl at seta teg inn í nýggj mál. Tú dugir væl at tosa við fólk, at kunna og upplýsa borgarar og feløg, ið venda sær til kommununa. Tú dugir at avgreiða mál skjótt, og tú dugir eisini at kava niður í eitt mál og lýsa hetta væl og skilligt, soleiðis at politiska skipanin kann taka støðu á einum upplýstum fakligum grundarlagi.

Trivnaðardeildin er nýggj á tann hátt, at hon er ein samanrenning av trivnaðar- og mentanardeildunum. Málsøkini fevna um alt innan heilsu- og umsorgan, børn- og ung, undirvísing, og mentan, frítíð og ítrótt. Tí hevur tað týdning, at tú hevur vitan um og/ella kanst skjótt ogna tær innlit í hesi málsøki.

Tín høvuðsuppgáva verður at lofta teimum málum, sum koma inn á deildina, at fyrireika mál til nevndarviðgerð og at avgreiða politiskar samtyktir. Harumframt sleppur tú at gera ymsar greiningar av málsøkjunum og luttøka í verkætlanum, sum menna og framtíðartryggja hesi øki í kommununi. Tú kanst vænta tær dagligt samskifti við borgarar, ítróttar- og áhugafeløg og starvsfólk í kommununi.

Tú vísir beinleiðis til trivnaðarleiðaran og verður partur av einari deild, har tað eisini starvast ein námsfrøðiligur ráðgevi, ein mentanarsamskipari og har tað er tætt samstarv við leiðararnar í dagstovnunum, leiðaran í bókasavninum og leiðaran í ungdóms- og mentanarhúsinum Gulu Smiðju.

Faklig førleikakrøv og royndir

Vit vænta, at tú hevur hægri útbúgving innan eitt nú stjórnmálafrøði, politikk og umsiting ella líknandi. Tú kanst eisini hava professiónsútbúgving innan almenna fyrisiting. Tín útbúgvingarliga bakgrund er ikki altavgerandi. Tað er týdningarmeiri at tú dugir at arbeiða breitt og at tú hevur hug at fáast við bæði fígging, politikk, løgfrøði, fólk og samstarv við ymiskar fakbólkar.

Tú kanst hava royndir á einum ella fleiri av økjunum, men ert tú nýútbúgving og hevur røttu førleikarnar og rætta hugburðin, mæla vit tær eisini til søkja. Tú kanst tá vænta tær at fáa eitt sera breitt innlit í kommunala fyrisiting.

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ella avvarðandi fakfelag.

Umsókn

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. novembur.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Møguligir umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Rógva Nybo, trivnaðarleiðara, teldupostur: rogvi@runavik.fo, telefon: 237045, at fáa nærri upplýsingar um starvið.

Lýsing er stovnað13. November 2024
Umsóknarfreist27. November 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
26 Heiðavegur, Saltangará 600, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki