Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Lestrarhjálpari

Lestrarhjálpari til Barnaverkætlanina
Eitt spennandi starv sum lestrarhjálpari í Barnaverkætlanini leyst at søkja

Um Barnaverkætlanina

Hetta er ein einastandandi møguleiki at verða partur í eini nýskapandi tilgongd, sum hevur sum endamál at loysa avbjóðingar á barna- og ungdómsøkinum gjøgnum tvørgangandi samstarv og felags átøk, sum verða skipað og ment gjøgnum Barnaverkætlanina í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Samstarvið umfatar allar geirar og øki, sum hava við børn og ung at gera.

Um starvið sum lestrarhjálpari

Vit leita eftir einum ágrýtnum lestrarhjálpara at hjálpa okkum við ymsum praktiskum uppgávum. Tú verður ein týðandi partur av okkara verkætlanartoymi, og gevur títt íkast til at vit sum toymi eydnast við at skipa fyri og fyrireika verkstovur, ráðstevnur, dagføra heimsíðuna, journalisera og loysa aðrar praktiskar uppgávur.

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Ert lesandi á hægri lestri í Føroyum

  • Ert væl skipað/-ur og megnar at varðveita yvirlitið, hóast nógvar ymsar uppgávur

  • Ert tøkniliga væl fyri á brúkara støði

  • Dugir væl at samskifta í skrift og talu

  • Ert fleksibul og klár/-ur at hjálpa okkum við praktiskum uppgávum, har tørvur er á tí

Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú fært innlit í, hvussu stórar almennar verkætlanir fara fram, og harvið eisini ment tínar førleikar

  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi, har vit sum toymi øll gera okkara til at verkætlanin eydnast

  • Góðar møguleikar at skapa sambond við nógv dugnalig fólk í ymsu almennu geirunum, á stovnum, í áhugabólkum og fakfólk í Føroyum

Setanar- og lønartreytir

Starvið er í fyrsta umfari tíðaravmarkað til 30. juni 2025 við góðum møguleikum fyri at leingja setanina, treytað av fígging. Starvið er eitt parttíðarstarv umleið 10-15 tímar um vikuna, ið kann hóska væl í tín gerandisdag sum lesandi á hægri námi. Møguliga seta vit tveir lestrarhjálparar, fyri at fáa kabáluna at ganga upp.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarmyndugleikin er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hýsir verkætlanini í Smæruni.

Starvið hevur tilvísing til verkætlanarleiðsluna í Barnaverkætlanini. Miðað verður ímóti at seta starvið skjótast gjørligt.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Barna- og útbúgvingarmálaráðið J. H. Schrøtersgøtu 7
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella við telduposti til: bumr@bumr.fo

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Steinbjørn Hardlei, verkætlanarleiðara fyri Barnaverkætlanina, á tlf. 512166, ella t-post shardlei@bumr.fo. Áhugað kunnu lesa meira um Barnaverkætlanina á heimasíðuni bumr.fo

Barnaverkætlanin er ein nýskapandi tilgongd, har endamálið er at loysa avbjóðingar á barna- og ungdómsøkinum gjøgnum tvørgangandi samstarv og felags átøk, sum verða skipað og ment gjøgnum Barnaverkætlanina í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Breið politisk semja er millum Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Kommunufelagið um at virka í felag fyri at laga niður forðingar, sum kunnu verða millum ymsu skipanirnar og geirarnar, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur og tilboð til børn og ung. Í Barnaverkætlanini er ein yvirskipaður verkætlanarbólkur við einum leiðara, samskipara og fakligum ráðgeva. Barnaverkætlanin er skipað í fýra ymsum veitingarsporum: #1 Verkætlanarleiðsla- og skipan, #2 Pilotverkætlanir, #3 Strategi- og førleikamenning og #4 Vitanarmenning og gransking.

Lýsing er stovnað11. September 2024
Umsóknarfreist1. October 2024
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki