

Leiðari til Barnahúsið Sellan og Frítíðarstovuna Varðan á Skála
Farloyvisstarv frá 1. september 2025 til 31. august 2026
Hevur tú hjarta fyri børnum og brennur tú fyri námsfrøði og leiðslu?
Vit leita eftir einum eldhugaðum og nærverandi leiðara, sum vil vera við til at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag – bæði fyri børn og starvsfólk.
Talan er um eitt farloyvisstarv í eitt ár, har tú fært møguleika at leiða tveir fjølbroyttar og livandi stovnar og seta tín dám á eitt arbeiðspláss, har trivnaður og faklig menning ganga hond í hond.
Um stovnarnar
Barnahúsið Sellin er dagstovnatilboð fyri børn í aldrinum 0–6 ár. Stovnurin er býttur upp í tvær vøggustovur og tvær barnagarðstovur, har 60 børn hava sín gerandisdag.
Frítíðarstovan Varðin er eitt frítíðartilboð til børn í forskúla- og skúlaaldri.
Báðir stovnar eru partur av dagstovnatilboðnum í Runavíkar kommunu.
Um starvið
Sum leiðari fært tú ábyrgdina av dagligu leiðsluni og raksturin av báðum stovnunum. Tú fert at arbeiða tætt saman við einum dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkatoymi, umframt foreldrum og kommunalu skipanini.
Tú verður ein týðandi leikari í at tryggja, at bæði børn og starvsfólk trívast og mennast.
Arbeiðsuppgávur:
- Leiðsla og menning av dagliga arbeiðinum
- Námsfrøðiliga og rakstrarábyrgd
- Vegleiðing og stuðul til starvsfólk
- Samstarv við foreldur, kommunu og aðrar viðkomandi partar
- Tryggja dygd, fakliga menning og ein gerandisdag, har børn og starvsfólk trívast
Vit vænta, at tú:
- Hevur útbúgving sum námsfrøðingur
- Hevur royndir innan leiðslu og brennur fyri námsfrøðiligari menning
- Dugir væl at samskifta og skapa gott samstarv
- Hevur yvirlit, skipanarførleikar og ein mennandi leiðslustíl
- Ert ábyrgdarfull/ur, álítandi og við einum jaligum hugburði
Vit bjóða tær:
- Eitt fjølbroytt og mennandi leiðarastarv
- Eitt arbeiðspláss við góðum samstarvi og sterkum felagsskapi millum starvsfólk og leiðarar av dagstovnum og dagrøkt í kommununi
- Møguleika fyri fakligari og persónligari menning
- Ein gerandisdag har tú veruliga gert mun
Soleiðis søkir tú starvið:
· Hvar: Send umsókn og viðkomandi skjøl umvegis alfred.fo
· Umsóknarfreist: 8. Juli 2025 kl. 13.00
· Setanartreytir: Sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF)
· Barnaváttan skal latast inn við setan
· Spurningar? Ring til Rógva Nybo, trivnaðarleiðara, á tlf. 237045
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!






