

Starvsfólk til Frítíðarskúlan við Stórá
Søkt verður eftir 3 starvsfólkum, námsfrøðingum ella hjálparfólkið, til Frítíðarskúlan við Stórá, í Runavíkar Kommunu, at byrja 11. August 2025.
Kjarnuuppgávan hjá Frítíðarskúlanum við Stórá, er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við vegleiðandi vaksnum. Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum koma at ganga uml. 140 frítíðarskúlabørn.
- Størvini eru 25 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 - 17.00, og tá skúlin hevur frí, ímillum kl 7.30-17.00
- Eitt starv er á 30 tímar um vikuna. Hetta er stuðulsstarv í Frítíðarskúlanum
- Størvini vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, á lønarstigi 11-22, fyri námsfrøðingar og lønarstig 2-8, fyri hjálparfólk.
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 - 9 ár
- Er ágrýtin, initiativríkur og vísir hetta í verki
- Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi og kveikjandi upplivingum.
- Dugir at skipa fyri spennandi og avbjóðandi tilboðum, til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
- Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
- Fyrireikingartíð, og tíð til eftirmeting.
- Toymisarbeiði
Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. Juli 2025.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Runavíkar Kommuna skyldu til, at fáa barnaváttan til vega, aðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Søk starvið her á Alfred, ella við at senda umsøkn beinleiðis til. fritansing@runavik.fo
Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf. 216630





