Sjóndepilin
Sjóndepilin
Sjóndepilin

Sjóndepilin søkir eftir fólki til ymiskt handaligt og sosialt arbeiði

Sjóndepilin hevur tríggjar sjálvstøðugar eindir:

Ráðgevingin og Dagtilhaldið á Íslandsvegnum og Verkstaðið á Traðabrekku.

Sí meira á heimasíðuni: www.sjondepilin.fo

Starvsfólkið søkt verður eftir, kemur at arbeiða á Dagtilhaldinum og Verkstaðnum.

Vanliga arbeiðstíðin liggur í dagtímunum.

Uppgávur:

- Virka við verandi tilboðum

- Seta í gongd nýggjar aktivitetir

- Ábyrgd av samskipan á Dagtilhaldinum

- Ábyrgd av samstarvi við Traðabrekku

- Skipa fyri vikuligum fundum

- Partur av framleiðslutoyminum

Fakligir førleikar t.d.:

- Námsfrøðingur - við royndum at arbeiða við vaksnum

- Ítrivsvegleiðari

- Útbúgving innan ymsikt handverk ella hondarbeiði

- Førleikar innan veving hava fyrimun

- Telduførleiki til vanligt samskifti

Vit leita eftir tær, sum:

- Hevur handaliga útbúgving

- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur

- Er tolin og fyrikomandi

- Dugir at loysa trupulleikar og hugsa kreativt

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.

Starvið verðru sett frá 1. sept. 2025 ella eftir nærri avtalu.

Send okkum umsókn saman við CV og avriti av prógvum í seinasta lagi 25. juli 2025

Adressa: Sjóndepilin, att. leiðarin, Íslandsvegur 10A, 100 Tórshavn

Teldupostur: kak@sjondepilin.fo

Lýsing er stovnað27. June 2025
Umsóknarfreist25. July 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
100, 10A Íslandsvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki