Sóljuhjarta
Sóljuhjarta
Sóljuhjarta

Ver við til at seta dám á barndómin

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Sóljuhjarta! Eitt stað, har børn, náttúra og námsfrøði vaksa saman. 🌱

Dámar tær at arbeiða við børnum í einum mennandi og fakliga sterkum umhvørvi? So er hetta tín møguleiki!

Vit í Sóljuhjartanum leita eftir hjartaligum og eldhugaðum starvsfólkum til bæði vøggustovur, barnagarðsstovur og okkara náttúrbarnagarð í Æðuvík.

Størvini eru til setan so skjótt sum gjørligt, og tú, sum verður liðug/ur sum námsfrøðingur í summar, ert eisini hjartaliga vælkomin at søkja.

Vit sóknast eisini eftir avloysarum, sum kunnu boðsendast eftir tørvi.

Um Sóljuhjarta

Vit eru ein stovnur við 4 vøggustovum, 4 barnagarðsstovum og einum náttúrbarnagarði í Æðuvík.
Í dag eru vit 40 dugnalig og íðin starvsfólk, ið saman skapa eitt stað, har námsfrøði, trivnaður og spæligleði eru í miðdeplinum.

Vit bjóða tær:

  • Eitt fakligt og mennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum og spennandi uppgávum
  • Møguleikan at seta tín dám á gerandisdagin hjá børnunum
  • Eitt arbeiðspláss, har barnið, bólkurin og námsfrøðin eru í miðdeplinum

Vit vænta, at tú:

  • Hevur savnandi og umsorganarfullan hugburð
  • Ert opin, erlig/ur, fyrikomandi og álítandi
  • Leggur dent á ein innihaldsríkan og tryggan gerandisdag hjá hvørjum einstøkum barni
  • Hevur gott yvirlit og dugir at skipa ein dynamiskan dag
  • Ert nýhugsandi og ígongdsetandi, og megnar broytingar
  • Sært møguleikar í náttúruni og dugir at brúka hana sum part av námsfrøðini
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni

Setanarviðurskifti:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.

Soleiðis søkir tú:

Send umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl umvegis Alfred ella til:
📩 soljuhjarta@runavik.fo

Spurningar?

Ring til Káru Løkin, leiðara, á 📞 297171, um tú vilt vita meira.

Lýsing er stovnað23. May 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
31 Niðari Vegur, Søldarfjørður 660, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (1)