
Dagstovnurin Brosið, Hvalbiar kommuna
Um stovnin
Brosið er ein kommunalur dagstovnur, ið lat upp í august 2017.
Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.
Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll, kommunala spæliplássið og fjøruna.
Vit hava sera góðar umstøður, bæði innan- og uttandura, sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.

Námsfrøðingar og avloysarar
Søkt verður eftir
- Námsfrøðingum til barnagarðstovu á 30 - 40 tímar um vikuna og til frítíðarskúla 25 tímar um vikuna. Størvini verða at byrjað í august eftir nærri avtalu.
- Einum námsfrøðiligum stuðli til frítíðarskúlan á 20-25 tímar um vikuna frá 13.08.25 til 19.06.26
- Tveimum námsfrøðingum til barnagarðstovu á 30 tímar. Eitt er barsilsfarloyvistarv 01.08.25 til 01.02.26 og hitt er farloyvistarv 01.08.25 til 01.11.25
- Føstum avloysarum til feriu, sjúku o.l.
Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja. Um námsfrøðingar ikki verða settir, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært barnaváttanarlógini §2, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Krøv til útbúgving og førleikar
Vit vænta, at tú
- hevur ein jaligan hugburð og sær møguleikar heldur enn forðingar
- tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
- ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
- ynskir áhaldandi at menna teg fakliga
- kanst arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum sum stovnurin brúkar
Ágóðar við starvinum
Vit kunnu bjóða:
- eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- eitt starv, har tú kanst hava ávirkan og nýta tínar dygdir
- at tú verður partur av einum góðum og dugnaligum starvsfólkahópi
- eitt starv, har tíð er sett av til fyrireiking og eftirmeting av námsfrøðiliga arbeiðinum
Lýsing er stovnað28. May 2025
Umsóknarfreist12. June 2025
Málslig krøv

Kravt
Stað
Hvalba, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (7)

Námsfrøðingur til Frítíðarheimið Gásamýri í Leirvík
Eysturkommuna

Námsfrøðingar
Dagstovnurin Gjái

Ver við til at seta dám á barndómin
Sóljuhjarta

Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
Sunda kommuna

NÁMSFRØÐINGAR TIL MÝRIFÍPUNA Í TRONGISVÁGI.
Tvøroyrar Kommuna

Ert tú námsfrøðingur við hjarta fyri børnum og náttúru?
Barnagarðurin á Mýrunum

Námsfrøðingar, hjálparfólk og avloysarar til Alvalon
Sørvágs kommuna