Eysturkommuna
Eysturkommuna
Eysturkommuna

Námsfrøðingur til Frítíðarheimið Gásamýri í Leirvík

Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum at byrja 11. august 2025.

  • eitt starv á 30 tímar um vikuna
  • eitt starv á 25 tímar um vikuna
  • eitt starv á 20 tímar um vikuna, við møguleika fyri fleirir

Frítíðarheimið er ein stovnur fyri børn, sum ganga í  forskúla. 1. flokki og 2. flokki.

Okkara arbeiðið er at skapa góðar og tryggar karmar fyri hesi børn, aftaná loknan skúladag.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 4, stk. 3, sbr. stk. 1 í løgtingslóg um barnaváttanir skal greitt tilskilast í starvslýsingum, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setan verður framd. Tískil verður hervið kunnað um, at Eysturkommuna hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi persónur, ið stendur til at fáa starvið sum námsfrøðingur á Frítíðarheiminum Gásamýri, verður settur í starvið.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 16. juni 2025.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, Hanna E. Olsen, tlf. 730053

Galdandi fyri øll størvini er, at har eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv ístaðin

Lýsing er stovnað4. June 2025
Umsóknarfreist23. June 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Leirvík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki