
Sóljuhjarta
Barnagarðurin er ein náttúrubarnagarður, normeraður til 80 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn. Á stovninum eru fýra barnagarðstovur og tvær vøggustovur. Vøggustovunar halda til í kjallaranum í skúlanum í Søldarfirði, har hølini eru gjørd í stand til endamálið.

Vaskifólk
Ver við til at tryggja reinføri og trivnað!
Vit í Sóljuhjartanum leita eftir álítandi og nærlagnum vaskifólki til bæði vøggustovu og barnagarð.
Tú fært ein týdningarmiklan leiklut í gerandisdegnum hjá børnum og starvsfólkum, har reint og trygt umhvørvi hevur stóran týdning fyri trivnaðin.
Talan er um tvey størv:
🧽 Vøggustovan
• 4–5 tímar um dagin
• Starvið verður sett skjótast gjørligt
🧽 Barnagarðurin
• 3 tímar um dagin
• Starvið verður sett skjótast gjørligt
⏰ Arbeiðstíðin er millum kl. 17.00 og 22.00
Løn og treytir:
Sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag
Soleiðis søkir tú:
Send umsókn umvegis Alfred ella til soljuhjarta@runavik.fo
Meira at vita?
Ring til leiðaran, Káru Løkin, á tlf. 297171
Lýsing er stovnað23. May 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
31 Niðari Vegur, Søldarfjørður 660, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (1)