

Leiðari til kvøldskúlan í Runavíkar kommunu
Hevur tú hug at mynda framtíðar kvøldskúlatilboð í eini virkisfúsari kommunu? Vit sóknast eftir einum eldhugaðum og ágrýtnum leiðara til Kvøld- og ungdómsskúlan í Runavíkar kommunu, sum vil vera við til at skapa eitt fjølbroytt og mennandi tilboð til allar aldursbólkar í kommununi.
Um starvið
Sum leiðari fyri kvøld og ungdómsskúlan fært tú ein týdningarmiklan leiklut í at mynda og víðka kvøldskúlatilboðið í kommununi. Tú verður ábyrgdarpersónur og skalt tryggja eina væl skipaða undirvísing við góðsku og fakligari dygd fyri ein av mentanarberunum í kommununi.
Tú kemur at hava eina leiðandi og samskipandi uppgávu, har tú skalt samstarva við lærarar, næmingar og aðrar viðkomandi partar fyri at tryggja, at kvøldskúlin er eitt mennandi, fjølbroytt og kveikjandi læruumhvørvi. Tú skalt eisini arbeiða við at skipa nýggj undirvísingartilboð, sum svara til tørvin í samfelagnum og áhugamálini hjá borgarunum í kommununi.
Harumframt skalt tú hava yvirlit yvir fíggjarætlan, samskifti við myndugleikar og almenningin, og tryggja, at kvøldskúlin verður væl marknaðarførdur. Starvið krevur sjálvstøðugt arbeiðslag og góðar samskiftisførleikar.
Høvuðsuppgávur:
- Leggja til rættis og samskipa undirvísingina.
- Menna og seta í verk nýggj skeið og tiltøk.
- Samskifta við lærarar, næmingar og myndugleikar.
- Marknaðarføra skúlan og skeiðini.
- Samskipa framsýningar
Førleikakrøv:
- Læraraútbúgving ella samsvarandi útbúgving
- Kreativur og nýhugsandi við førleikum at menna fjølbroytt og viðkomandi skeið
- Royndir innan undirvísing og/ella leiðslu.
- Góð samskiftis- og samstarvsevni.
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
- Áhuga fyri lívslangari frálæru.
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning.
- Møguleika fyri at seta tín dám á skúlan og menna nýggj skeið.
- Fleksibla arbeiðstíð
Soleiðis søkir tú starvið:
· Hvar: Send umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl umvegis alfred.fo
· Umsóknarfreist: 8. Juli 2025 kl. 13.00
· Setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og er áramálssett í fimm ár.
· Setanarbrøkur: 0,5 (Hálva tíð)
· Starvsbyrjan: skjótast gjørligt
· Spurningar? Ring til Rógva Nybo, trivnaðarleiðara, á tlf. 237045
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
