Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna

Vaskifólk til skúlan, dagstovnin og almenna WC í Oyndarfirði

Runavíkar kommuna søkir eftir álítandi vaskifólki at byrja skjótast til ber. Talan er um reingerð á skúlanum og dagstovninum, sum húsast í sama bygningi, umframt WC, sum er við kirkjuna í Oyndarfirði.

Arbeiðsøki og tímar:

  • Skúlin í Oyndarfirði: 12,5 tímar um vikuna.

Býtt á 2 tímar hvønn gerandisdag, umframt 2,5 tímar aftrat eina ferð um vikuna.

Reingerðin er í vanligari arbeiðstíð, men eftir lokna skúlagongd.

  • Dagstovnurin í Oyndarfirði: 6 tímar um vikuna.

Býtt á 1,5 tímar fýra ferðir um vikuna.

Reingerðin er eftir vanliga arbeiðstíð, lønt sum 1. yvirtíð.

  • Almenna WC í Oyndarfirði: 9 tímar um mánaðin,

Reingerð tvær ferðir um vikuna í vanligari arbeiðstíð.

Setanartreytir:

Starvið er tímalønt og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF).

Umsóknarfreist:

Umsókn og lívsrensl skal sendast okkum umvegis heimasíðuna alfred.fo í seinasta lagi mánadagin 14. Juli kl. 15.00.

Spurningar?

Ring til Rógva Nybo, trivnaðarleiðara, á tlf. 237045.

Lýsing er stovnað30. June 2025
Umsóknarfreist14. July 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Oyndarfjørður, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)