Dugni
Dugni
Dugni

Endurlýsing - Starvsfólk til Tinghúsið í Klaksvík

Ynskiligt er at fáa enn fleiri umsóknir til leysa starvið í Tinghúsinum í Klaksvík, og tí verður freistin longd 2 vikur.

Søkt verður eftir eini eldsál innan endurnýtslu til Dugna á Kambsdali/ Klaksvík

Talan er um eitt fulltíðarstarv til at skipa arbeiðið í endurnýtsluhandlinum í Klaksvík og á goymsluni á Kambsdali. Dagligu uppgávurnar umfata alt innan endurnýtslu, heilt frá at tøma bingjur til flutning av vøru, innrættan og sølu. Arbeiðið er kropsliga krevjandi.

Dugni er arbeiðsstað hjá fólkum, sum antin hava tørv á tillagaðum starvi ella hava tørv á at royna og menna sínar arbeiðsførleikar. Hevur tú hjarta fyri hesum og eitt ynski, um at stuðla øðrum í at hava eitt gott arbeiðslív, ella víðari út í lestrar- og vinnulívið, ert tú møguliga rætta fólkið til starvið.

Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við lættari sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.

Okkum tørvar eitt starvsfólk, sum:

  • hevur viðkomandi útbúgving við menniskjum - eitt nú sum námsfrøðingur, handverkari ella líknandi.
  • er skapandi og dugir at síggja møguleikar í endurnýtslutilfari til sølu ella aðra framleiðslu.
  • hevur eyga fyri at fáa handilin at síggja innbjóðandi út og hevur góðan røkiskap.
  • hevur førleika at eygleiða og meta um arbeiðsførleikar.
  • dugir at samskifta, skapa sambond og at fáa tað besta fram í starvsfeløgum.
  • dugir at fáa onnur við í arbeiðstilgongdina soleiðis, at øll fáa brúkt sínar eginleikar á besta hátt.
  • útstrálar arbeiðsgleði og arbeiðsorku.
  • megnar at samstarva og sær seg sum ein týðandi part av øllum arbeiðinum hjá Dugna.
  • sær týdningin av støðugt at menna seg sjálvan, og tolir broytingar.

Løn og setanartreytir

Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 01.09.2024. Starvið verður lønt sambært avtalu millum

Føroya Pedagog Felag og Fíggjarmálaráðið og hevur tilvísing til deildarleiðaran.

Umsóknarfreist

Umsóknir við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. juli 2024 kl. 12

Umsóknir skulu sendast til dugni@dugni.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Torgerð Hansen, deildarleiðara 292990 gerandisdagar millum kl. 9 og kl. 15.

Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og skúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Visjónin hjá Dugna er at: “Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu verða stuðla víðari út í arbeiði, útbúgving, ella hóskandi tiltak”, og fyri at røkka visjónini hevur Dugni trý høvuðsmál: 1.Vit taka støði í tí einstaka 2.Vit viðurkenna ymisleika og 3.

Vit styrkja arbeiðsførleikar. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært

viðtøkum frá 1. juli 2012. Les meira á www.dugni.fo

Lýsing er stovnað25. June 2024
Umsóknarfreist8. July 2024
Stað
7A Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki