Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna

Barnahúsið Sellin á Skála søkir Námsfrøðing og hjálparfólk

Námsfrøðingar til Barnahúsið Sellin

Er tað tær vit leita eftir,?? vit søkja eftir námsfrøðingum ella hjálparfólkum til vøggustovu, miðlingastovu og barnagarstovu, at byrja ½ august ella eftir avtalu.

Námsfrøðingar ið verða útbúnir í juni 2024, eru vælkomnir at søkja størvini. Vit hava Námsfrøðing á øllum stovum.

Barnahúsið Sellin er normeraður til 60 børn. Vit hava tvær vøggustovur, eina miðlingastovu, eina barnagarðsstovu, og sjálvstøðugan frítíðarstovu

Førleikakrøv:

  • Vit ynskja at tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur og er ígongdsetandi.
  • Er opin, jalig, hevur hug og hegni at veita umsorgan og hevur góð samstarvsevni.
  • Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.
  • Vil viðvirka til at menna námsfrøðina á stovninum.
  • Tekur undir við, at skapa eitt spennandi og lívligt námsfrøðiligt umhvørvi
  • At tú sært møguleikar, ið nátturðan hevur at bjóða og gert brúk av teimum í dagliga arbeiðinum.
  • Tað hevur týdning, at tú sum starvsfólk tolir broytingar, ið koma fyri á stovninum.

Vit kunnu bjóða:

  • Góðar arbeiðsumstøður
  • Eitt spennandi og mennandi starv, har tú hevur ávirkan á dagligdagin
  • Eitt starv við nógvum avbjóðingum,

Setanarviðurskifti.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala

Arbeiðsgevarafelagið.

Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu, at fáa vil vega barnaváttan, tá umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um størvini og stovnin, við at venda sær til Nancy Poulsen, leiðara, á tlf.

212252/667160 ella Sunnvør Pattinson Joensen varaleiðara á tlf. 264133/667162

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum ummælum, skal sendast til Sellin@runavik.fo seinast 10. Juli 2024 2024

Runavíkar Kommuna

Heiðavegur 26

Postrúm 139

FO-600 Saltangará

runavik@runavik.fo

Lýsing er stovnað24. June 2024
Umsóknarfreist10. July 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroysktFramúrskarandi
DansktDansktMiðal førleiki
Stað
Skála, Føroyar
Starvsslag
Egnað til
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki