Miðgarður
Miðgarður
Miðgarður

Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingum til vøggustovu, barnagarðstovu og serstovu í Miðgarði til at byrja tann 12. aug. 2024

Miðgarður liggur mitt í Miðvági tætt við fjall og fjørðu, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja høllina á skúlanum og venja á vøllinum.

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum.

Fakliga støðið er høgt og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini.

Vit dagføra okkum javnan við nýggjastu vitanini, tí vit vilja tryggja at okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á nýggjastu gransking. Vit vilja verða ein grønur stovnur, hava endurnýtsluverkstað og vunnu í ár eina Hugla sum ársins grøni stovnur. Í apríl vóru vit námsferð í Oslo. Har vit høvdu ráðleggjingardag um, rummet som tredje pedagog og har vit vitjaðu stovnar.

Vit síggja tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión við barnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Okkara arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í okkara virðisprofili og barnasýni.

Vit eru partur av 3 ár verkætlani “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við stovnum og skúlum innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.

Vit søkja eftir námsfrøðingi til vøggustovu og barnagarð.

Í Miðgarði ganga 122 børn. Vit hava 4 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, ein stovu til tær 6 ára gomlu og ein serstovu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

Eisini søkja vit eftur námsfrøðingi til serstovuna. Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børn hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt til at skapa eina góða relatión, og hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið. Vit ynskja at menna okkara skipan, so hon rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni.

Vit vænta, at tú:

· Ert útbúgvin námsfrøðingur

· Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir

· Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag

· Góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvið millum foreldur, børn og starvsfelagar

· Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin

· At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Majbritt Poulsen, leiðara á tlf. 794510.

Umsóknarfreist fríggjadagin 12. juli. Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Lýsing er stovnað25. June 2024
Umsóknarfreist12. July 2024
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki