Frítíðarskúlin við Stórá
Frítíðarskúlin við Stórá
Frítíðarskúlin við Stórá

Námsfrøðingar ella hjálparfólk til Frítíðarskúlan við Stórá

Søkt verður eftir 5 starvsfólkum, námsfrøðingum ella hjálparfólkið, til Frítíðarskúlan við Stórá, í Runavíkar Kommunu, at byrja 12. August 2024.

Kjarnuuppgávan hjá Frítíðarskúlanum við Stórá, er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við vegleiðandi vaksnum. Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum koma at ganga uml. 140 frítíðarskúlabørn.

  • Størvini eru 20 til 25 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 - 17.00, og tá skúlin hevur frí, ímillum kl 7.30-17.00
  • Størvini vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, á lønarstigi 11-22, fyri námsfrøðingar og lønarstig 2-8, fyri hjálparfólk.

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 - 9 ár
  • Er ágrýtin, initiativríkur og vísir hetta í verki
  • Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi og kveikjandi upplivingum.
  • Dugir at skipa fyri spennandi og avbjóðandi tilboðum, til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
  • Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
  • Fyrireikingartíð, og tíð til eftirmeting.
  • Toymisarbeiði

Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. Juli 2024.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Runavíkar Kommuna skyldu til, at fáa barnaváttan til vega, aðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Søk starvið her á Alfred, ella við at senda umsøkn beinleiðis til. fritansing@runavik.fo

Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf. 216630

Lýsing er stovnað28. June 2024
Umsóknarfreist15. July 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroysktMiðal førleiki
Stað
Runavík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki