North Risk Tryggingarmekling
North Risk Tryggingarmekling
North Risk Tryggingarmekling

Endurlýsing - NORTH leitar eftir tryggingarráðgeva

Kom og gerst partur av spennandi fyritøku, sum veitir tryggingarráðgeving til føroyskt vinnulív á altjóða støði!

Vit leita eftir einum tryggingarráðgeva, sum hevur hug at vera við til at broyta føroyska tryggingarmarknaðin, og skapa størri kapping til gagns fyri føroyskt vinnulív sum heild.

  • Trívist tú í einum skiftandi gerandisdegi, har fokus er á at finna bestu og bíligastu tryggingarloysnina til okkara kundar?
  • Ert tú álitisvekjandi, ágrítin og íleggin, og megnar tú at fimla við fleiri bóltum í senn?
  • Ert tú til dystin fús tá á stendur og nógv er at gera, og kundi tú hugsað tær at gjørst partur av minni felagið, har stutt er millum avgerð og verk?
  • Dugir tú at arbeiða skipað og trívist tú í einum arbeiði, har næstan eingin dagur er tann sami?

So les víðari og send okkum eina umsókn.

Vit bjóða

NORTH er ein lítil, men framsøkin fyritøka, sum hevur sett sær fyri at økja um kappingina á føroyska tryggingarmarknaðinum og veita kundum okkara tryggingarráðgeving á hægsta stigi.

Vit ganga ikki so høgt upp í, nær og hvar arbeiðið verður framt, um einans avtalur við kundan verða hildnar.

Sum ein lítil fyritøka er stutt millum ovastu og niðastu rók. Tú kemur at starvast tætt saman við stjóranum, og fær møguleika leypandi at ávirka leiðsluavgerðir.

Soleiðis kanst tú vænta

  • Ein avbera smidligan arbeiðsdag, har tú í stóran mun sjálv/ur leggur arbeiðstíðina til rættis
  • Góðar møguleikar fyri heimaarbeiði
  • Kundábyrgd næstan beinanvegin
  • Góðar møguleikar fyri útbúgving/víðari-útbúgving

Høvuðs arbeiðs- og ábyrgdarøki

Tú kemur fyrst og fremst at hava ábyrgd fyri kundaráðgeving og røkt av verandi kundum. Harnæst inniber arbeiðið eisini sølu.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Greina tryggingartørv hjá kundanum
  • Ráðgeving og sparring um tryggingarviðurskifti kundans
  • Samskifti og samráðingar við føroysk og útlendsk tryggingarfeløg
  • Skipa og fremja tryggingarútboð millum føroysk og útlendsk tryggingarfeløg
  • Skaðaráðgeving
  • At virka sum bindilið millum kundan og tryggingarfeløg
  • Leita upp nýggjar kundar, og luttaka í sølufremjandi tiltøkum

Útbúgving og førleikar

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving frá Tryggingarháskúlanum (helst á støði 3 ella hægri, ella í gongd við / liðugt útbúgvin sum tryggingarmeklari), men líka týdningarmikið er, at tú hevur viðkomandi royndir innan og kunnleika um vinnutrygging sum heild, eitt nú:

  • At veita viðkomandi tryggingarráðgeving
  • At veita góða kundarøkt
  • Góður miðlari av fløktum spurningum
  • Góðar sosialar førleikar
  • Setur kundan í hásæti
  • Tekur ábyrgd og kann arbeiða sjálvstøðugt, uttan at gloyma at saman koma vit eisini væl fram.

Hvussu er at arbeiða hjá NORTH

NORTH Risk Tryggingarmekling er ein ung føroysk fyritøka, sum er dóttirfelag hjá danska felagnum NORTH Risk Forsikringsmægler A/S.

Málið er gjøgnum økta kapping at nútíðargera føroyska tryggingarmarknaðin, soleiðis at kundar okkara kunnu fáa tryggingar á altjóða støði fyri kappingarføran prís.

Hóast lága aldurin hava vit bæði í føroysku fyritøkuni, men eisini gjøgnum tætt samstarv við danska móðurfelagið, umfatandi vitan um trygging frá royndum við at ráðgeva altjóða fyritøkum um teirra tryggingarviðurskifti.

Vit bjóða eitt spennandi starv í einum fakliga avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, og um tørvur er á tí er tað sjálvandi møguligt at víðariútbúgva seg.

Vit eru í løtuni trý fólk, sum starvast við føroyska marknaðin burturav.

Starvið er eitt fulltíðarstarv, lønt sambært førleikum.

Umsóknarfreist

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og starvið verður hildið opið inntil tann rætti umsøkjarin er funnin.

Vilt tú vita meira

Hevur tú áhuga í starvinum, men ynskir at fáa meira at vita, kanst tú seta teg í samband við Arna Vatnhamar á tlf. 28 10 80.

Lýsing er stovnað26. August 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
DansktDanskt
Kravt
Sera góður
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki