Samskipari til Kjarnuna
Kjarnan er stóra KT-skipanin, sum TAKS nú mennir fyri at dagføra og framtíðartryggja fyrisiting sína. Talan er um stórverk, ið skapt verður við fýra sjálvstøðugum verkætlanum, umframt at fíggjardeild, lógardeild og fakligur fylgibólkur eru til hjálpar við sínum kunnleika.
Við søkja við hesum eftir einum fólki til at samskipa arbeiðið.
Um starvið
Tú fært skrivstovu á deildini hjá TAKS fyri KT-menning. Her fært tú við umsitingarligum og samskipandi uppgávum ein týðandi leiklut í at fáa kjarnuarbeiðið at ganga væl; eitt nú við at vera til hjálpar hjá kjarnuleiðsluni, herundir verkætlanarleiðarunum.
Í samráði við kjarnuleiðsluna fert tú eitt nú at:
• tryggja gott samskifti,
• umsita felags teldupost,
• samskipa verkdagar og verkstovur,
• skráseta og fylgja upp upp á uppgávur,
• gera fundarinnkallingar og fundarfrágreiðingar,
• framleiða og dagføra tilfar so sum tíðarætlanir, vegleiðingar, fíggjarlýsingar og rapportir.
Sum partur av deildini fyri KT-menning verður tú eisini við til at loysa aðrar uppgávur, sum hoyra deildini til. Deildin mennir og røkir eitt nú Borgaragluggan og Vinnugluggan saman við eksternum veitarum og er fakligur garantur fyri, at TAKS kann umsita allar leypandi broytingar í lógum og kunngerðum landsins.
Tá ið aktuella verkætlanin er liðug, kann innihaldið í starvinum verða tillagað alt eftir komandi KT-uppgávum.
Um teg
Tú dugir væl at samskifta og tilrættisleggja, og tú samstarvar væl við øll. Tú stressar heldur ikki av at skula gera fleiri ting í senn, heldur tvørturímóti.
Vit ímynda okkum, at tú:
• í minsta lagi hevur skrivstovuútbúgving ella onnur viðkomandi papírir,
• dugir væl við MS Office, serliga Teams og MS DevOps,
• arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd,
• dugir væl føroyskt, danskt og enskt.
Gott eisini, um tú hevur verkætlanarroyndir ella skeið/útbúgving í verkætlanarleiðslu. Sama við almennari fyrisiting.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Havn.
Starvið verður sett sum skjótast.
Send okkum umsókn tína
Tað gert tú á talgildu umsóknarsíðu okkara, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Damgaard, deildarleiðara, á telefon 35 26 00 ella á ann@taks.fo.